Tinglimir fáa úr at gera

Tinglimir mugu fyrireika seg upp á at arbeiða út á kvøldið frá nú av til løgtingsvalið Tinglimir fáa úr at gera hesa næstu tíðina fram til Løgtingsvalið.

Ein ørgrynna av spurningurin og tingmálum eru løgd fyri løgtingið og bara í dag skulu landsstýrismenn og løgtingslimir svara og viðgera spurningum frá tinglimum í fimm til seks tímar.

Men annars eru heili 110 mál løgd fyri løgtingið síðani á Ólavsøku og tað er tvær og tríggjar ferðir so nógv sum vanligt.

Eitt nú bíða heili 27 tingmál eftir at fáa tað fyrstu viðgerðina í Løgtinginum.

Tí hevur løgtingsformaðurin gjørt greitt, at tinglimir skulu fyrireika seg upp á langar arbeiðsdagar frá nú av og til løgtingsvalið og at teir eisini skulu fyrireika seg upp á at sita í tinginum til út á kvøldið.