Tinglimir, bæði úr samgongu og andstøðu, arbeiða nú við síni egnu ætlan um at fáa tunnil til Fámjins.
Annars var tunnilin til Fámjins ein av teimum tunlunum, tað nýstovnaða tunlasjakkið hjá Landsverki skuldi gera. Fyrst skuldi sjakkið gera tunnilin til Dals og síðani skuldi farast undir tunnilin til Fámjins.
Men trupulleikin er, at ætlanin við tunlasjakkinum er ikki meiri enn hálvhjartað, tí Landsverk hevur boðað frá, at skal tað hava nógv mikið av fígging til at arbeiða alt árið, skal játtanin vera 20 milliónir um árið.
Fær tunlasjakkið 20 milliónir um árið, fer tað at taka fýra ár at gera tunnil til Dals. Men játtanin er bara níggju milliónir í ár og eisini næsta ár er ætlanin at seta níggju milliónir av, og við hesari sniglaferðini fær tað at taka eini átta ár at gera tunnil til Dals og so verður seinur dagur, áðrenn Fámjiningar fáa tunnil.
Men nú røringur komin í, og tinglimir er farnir at arbeiða við eini aðrari ætlan við tí endamálið at framskunda Fámjinstunnilin.
Nú fíggjarlógin er til umrøðu, hevur Heðin Zachariasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, eisini víst á, at tunnilin til Tjørnuvíkar skal ikki detta niður ímillum.
Tí eru tinglimir nú farnir at tosa um at taka Fámjinstunnilin burtur úr ætlanini hjá almenna Tunlasjakkinum hjá Landsverki, og at lata eina privata fyritøku gera hann, akkurát soleiðis sum aðrir tunlar verða gjørdir.
Í hesum sambandi hava bæði tinglimir, og ein landsstýrismaður úr samgonguni, róð fram undir, at felagið, sum ger Hvalbiartunnilin, skal halda fram at gera Fámjinstunnilin.
Hvalbiartunnilin er boraður ígjøgnum næsta summar, og verður hildið beint fram í Fámjin, er tann tunnilin boraður ígjøgnum um eitt ár.
Men so skal Løgtingið seta pengar av til endamálið, og røddir hava verið frammi um, at tinglimir fara at leggja uppskot fyri Løgtingið um hetta, nú fíggjarlógin skal avgreiðast.
Í hesum sambandi hava tinglimirnir fyri Sambandsflokkin, Johan Dahl og Erhard Joensen, sett upp á, at nú boriútgerðin er í Suðuroy kortini, skal hon ikki av aftur oynni, fyrr enn tunnilin til Fámjins eisini er boraður.
Johan Dahl hevur sagt í Løgtinginum, at nú útgerðin, og førleikarnir eru í Suðuroynni kortini, er tað øgiliga óheppið at tunnilin til Fámjins ikki verður boraður samstundis, so hann sigur, at samgongan skal broyta nakrar ætlaninir næsta ár.
Og á Facebook skrivar hann, at samgongan skal loysa hetta málið í vár, tí fremja vit ikki fremja ætlanina nú, verður tað ongantíð.
Jenis av Rana, landsstýrismaður, førdi fram í Løgtinginum, at tað er heilt nátúrligt, at teir, sum bora Hvalbiartunnilin, halda fram at bora til Fámjin, og so dalbingar hava tunlasjakkið.
Kristin Michelsen, tingmaður fyri Sjálvstýri, vísir á, at tá ið Jacob Vestergaard og Jenis av Rana sótu í andstøðu í farna valskeiði, lovaðu teir at virka fyri, at fámjingar skuldi fáa pening til tunnil næsta ár.
Hann undrast á, at teir báðir – nú eru í landsstýrinum – ikki hava syrgt fyri at fáa pengar á fíggjarlógina til Fámjinstunnilin, men hann vónar, at teir halda orð.