Tinglimir spæla moralskir politistar

Hon metir, at ávísir tingmenn vanvirða tað persónliga frælsið. Hon vil hava rætt til at vera grov og illavorðin, tá hon kjakast í almenna rúminum. Og hon heldur, at politikarar skulu vera vælkomnir til at lesa alla triðju mósebók av tingsins røðarapalli. Vit hava hitt Katrin Petersen, journalist. Lesið níggjunda og seinasta part í greinarøð um trúgv og modernaða menniskjað

- Tingfólk skulu vera vælkomin til at lesa alla triðju mósebók av tingsins røðarapalli. Og vit borgarar skulu sleppa at vera grov, illavorðin og órein, tá vit kjakast í almenna rúminum. Vit skulu tola tað allar mesta uttan at átaka okkum ein offurleiklut!
Journalisturin av Sandoy við stóra purluta hárinum hevur tómt húsið fyri eldi. Men tá trongdin kemur á hana, tendrar hon breyðristaran, koyrir sigarettina niður í og festir sær í. Kaffikoppin hevur hon alla tíðina hjá sær, og hon situr ikki niðri leingi í senn.
Vit eru í Syðrugøtu í húsunum hjá Katrin Petersen. Vit kenna hana best sum kontantu tíðindakvinnuna í Sjónvarpi Føroya, og eftir eitt tíðarskeið á Dimmalætting starvast hon í dag sum frílansari. Hon eygleiðir politiska spælið, og hon heldur, at seinasta árið hevur verið læruríkt. Ikki minst orsakað av eini ávísari grein í revsilógini.
Uttanfyri er kalt og hvítklæddir fjallatindar henda sólríka morgunin í Syðrugøtu. Men inni í stovuni hjá Katrin er heitt. Og hon setist at práta um, hvussu hon upplivir føroyska “kulturkampin”.

Uppgerð við eindarmentan
- Alt rumblið um at víðka grein 266b var í grundini ein uppgerð við føroysku eindarmentanina. Knappliga funnu vit útav, at vit føroyingar ikki eru so samdir, sum summi billa sær inn. Inniliga kjakið um hetta mál avdúkaði, at føroyingar eru rúkandi ósamdir um teir mest grundleggjandi spurningarnar, sigur Katrin Petersen.
    Hon sipar til, at vit knappliga vóru ósamd um okkara virðisgrundarlag. Um borgararættindi. Um fólkaræðið. Um sambandið millum átrúnað og politikk. Og hetta metir Katrin vera sunt. Tí við stríðnum um grein 266b vórðu vit tvingað til at hyggja at okkum sjálvum, hvørjum øðrum og okkara samfelagi.
    - Tí hevði kjakið stórt virði. Og júst í hesum máli vóru bleytar semjur og hálvar loysnir óbrúkiligar. Vit sóu, hvussu summir politikarar royndu at feiga trupulleikan inn undir teppið, so teir kundu sleppa undan at taka eina støðu. Men tað sluppu teir tíbetur ikki. Tí tað er neyðugt, at vit eisini tora at kjakast um mál, sum eru kensluborin og avdúka djúpar gjáir í okkara samfelagi, metir Katrin Petersen.
    266b vísti, at Føroyar ikki er ein homogen eind av samdum menniskjum. Og hugmyndin um føroysku eindarmentanina varð afturvíst. Hóast politikarar dúgliga royndu at definera, hvat tað vil siga at vera føroyingur, og hvat okkara samfelag skal byggja á, eydnaðist hetta ikki. Sambært Katrin er veruleikin, at vit ikki draga somu línu.
- Júst hetta var ræðandi fyri summi. Hugburðurin er mangan, at vit ikki tosa um tað, sum skilir okkum. Men hesaferð tóku vit uppgerðina. Og tað lærdi okkum okkurt um okkara samfelag, sigur Katrin.

Moralskt politi
Men hvat lærdu vit so? Hvat segði 266b-stríðið okkum um føroyska samfelagið?
    - Altso, tá okkara mentamálaráðharri spáddi vanlagnu yvir Føroyar eftir ANSO-ráðstevnuna, tá hvalvíksprestur og Gerhard Lognberg settu mørk fyri, hvørji størv samkynd kunnu røkja, og tá fleiri aðrir føroyingar eisini gjørdu seg til talsfólk fyri líknandi sjónarmiðum, gjørdist eg fyrst og fremst bilsin, minnist Katrin.
    Og hon metir, at idealið um tað persónliga frælsið varð bjóðað av. Tað gjørdist sjónligt, at vit ikki eru samd um, at mítt persónliga frælsi er heilagt, so leingi frælsi granna míns eisini er heilagt.
    - Politikarar í hesum landinum hava ein tendens til at átaka sær leiklutin sum moralskt politi. Tá teir vilja áseta sínum borgarum, hvussu nógv vit hava loyvi til at drekka, hvørjar filmar vit hava loyvi til at hyggja at og hvørjar sjónleikir vit sleppa at síggja, vanvirða teir idealið um frælsi hins einstaka. Teir sita sum nakrar mammur og pápar á ovastu rók, siga seg vilja “verja” okkum móti skaðiligari ávirkan uttanífrá og grípa alt ov langt inn í títt og mítt persónliga frælsi, metir Katrin Petersen. Spurd um eitt dømi nevnir hon stríðið um sjónleikin Ginusøgur, sum sambært henni avdúkaði hugburðin hjá ávísum politikarum mótvegis tí opna samfelagnum.
    Og hetta er sambært henni ein stórur trupulleiki, tá vit frammanundan búgva í einum so lítlum samfelagi við einum so sterkum sosialum kontrolli. Tá slíkur hugburður verður tikin við inn í tingið, ger ilt verri.
- Teirra uppgáva er heilt einfalt ikki at diktera, hvussu eg og tú liva okkara lív, so leingi vit ikki gera okkum inn á okkara næsta, slær Katrin fast.

Skrivi- og talufrælsið
Ein sentralur spurningur undir øllum grein 266b-málinum var, hvussu vit umsita okkara skrivi- og talufrælsi. Hvussu eiga tey at føra sín boðskap fram, sum av trúarávum eru ímóti samkyndleika? Og hvussu eiga tey at svara aftur, sum eru ímóti bíbliufunderaðum politiskum sjónarmiðum?
Yvirfyri hesum spurningi er Katrin Petersen kritisk mótvegis eini og hvørjari skerjing í skrivi- og talufrælsinum. Hóast hon viðurkennir, at tað eru nøkur natúrlig mørk fyri, hvat kann sigast og skrivast í almenna rúminum, sær hon ávísar vandar við yvirhøvur at seta nøkur mørk.
    - Tingmenn skulu fyri mítt viðkomandi vera vælkomnir til at fara upp á tingsins røðarapall og lesa alla triðju mósebók. Men eg havi eisini mín rætt til at vera grov, illavorðin og órein móti teimum sjónarmiðum, sum eg finnist at. Tá vit kjakast í almenna rúminum, skal ein og hvør sleppa at siga sína hjartans hugsan. Og eg meti tað vera skeivt, tá ymsu partarnir royna at átaka sær offurleiklutin og kæra sína neyð um forfylging og diskriminatión, metir Katrin.
    Men hvar eru mørkini so fyri skrivi- og talufrælsinum? Hví er skrivi- og talufrælsið so ikki eitt absolutt frælsi, sum ikki skal ásetast løgfrøðiligar leiðreglur?
    - Onkustaðni gongur markið jú. Enn hava vit ikki nakran erkleraðan føroyskan hatursfelagsskap, sum hevur til endamáls at útrudda ein annan bólk, men søgan er jú full av dømum við nazismuni sum tí besta. Og ein og hvør forfylging byrjar jú við orðum. Mítt poeng er, at tað kortini eigur at skula sera nógv til, áðrenn grundarlag er fyri einum rættarmáli. Allir partar eiga at tola tað allarmesta. Og tí skulu vit ikki vera erkvisin, tá vit bresta saman, metir Katrin.
    Tí heldur hon, at politikarar ikki skulu forðast fyri at nýta halgubók, um veruleikin er, at politisku sjónarmið teirra stava frá halgubók. Og samstundis skal mótparturin sleppa at skíra slíkan politikk fyri miðaldarligan ella fanatiskan, um tað er tað, sum mótparturin heldur.
    - Eg taki ikki undir við teimum, sum forlanga av einum politikara, at hann ikki skal nýta halgubók, tá hann grundgevur fyri sínum sjónarmiðum um t.d. etiskar spurningar. Reglan um at skilja sundur átrúnað og politikk snýr seg ikki um, hvat hvør einstakur hevur loyvi til at siga, men heldur um, at statur og kirkja skulu skiljast at, og at politiska valdið verður tikið frá átrúnaðarliga myndugleikanum, sigur Katrin.

Fría orðið
Spurningurin um, hvussu vit nýta okkara skrivi- og talufrælsi, er sambært Katrin ein ævig balansugongd millum frælsi og tamarhald. Øðrumegin skulu vit hava frælsi til at siga okkara hjartans hugsan. Og hinumegin má hetta frælsið ikki koppa yvir í hatursherferðir móti útvaldum bólkum. Og uppgávuna at balansera millum hesar báðar pólarnar hevur rættarmyndugleikin, sum í hvørjum einstøkum føri má meta støðuna.
    - Um myndugleikin setir avmarkingar, má tað vera absolutt neyðugt og í allar ringasta føri. Idealið má vera tað fría orðið fyri allar partar, endar Katrin Petersen.


---------------------------------
Religión og modernaða menniskjað
Hvønn týdning hevur átrúnaður fyri modernaða menniskjað? Hvønn leiklut hevur religión í almenna og politiska rúminum? Og kunnu religión og modernitetur sameinast? Bæði í altjóða høpi og í Føroyum eru hesir spurningar meiri viðkomandi enn nakrantíð. Við jøvnum millumbilum seta átrúnaðarligir og etiskir spurningar dagsskránna í almenna kjakinum. Seinast í sambandi við støðu teirra samkyndu. Í greinarøð kastar Heini í Skorini ljós á hesar spurningar við samrøðum við persónar, sum hava ymsar tilgongdir til og sjónarmið viðvíkjandi spurninginum um religión í modernaða samfelagnum. Hetta er níggjundi og seinasti partur. Tey, sum hava luttikið, eru Rúni Rasmussen, Hans Andrias Sølvará, Marjun Bæk, Richard Schwartson, Carl Johan Jensen, Kathrina Lindenskov Joensen, Bergur Debes Joensen, Knút Háberg Eysturstein og Katrin Petersen.