Í fleiri ár áðrenn hann gjørdist tingmaður fyri Framsókn var Janus Rein við til at mynda fjepparafelagið hjá tí føroyska fótbóltslandsliðnum.
Janus Rein er nú farin aftur á slóðina, og er hann við ferðalagnum hjá 12. manni í Hannover í Týsklandi.
Janus heldur, at tað er hugaligt at stuðla nøkrum, sum allir føroyingar kunnu standa saman um. Hann minnist aftur við gleði á dystin fyri 10 árum síðani, og hann vónar, at føroyska landsliðið fær eitt minst líka gott úrslit hesaferð.
Ígjár hevði Rás2 eina samrøðu við hann, sum samstundis var tikin upp til kykmynd hjá Sportalinum.