Løgtingsmaðurin spyr landsstýrismannin, um hann er vitandi um, at krøvini til lánveiting til sethúsabygging eru øðrvísi á bygd enn í størru búplássunum í landinum.
Víðari spyr hann landsstýrismannin, at um so er, hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin so fyri at broyta atgongdina hjá ungum familjum til sethúsafígging á bygd?
Í triða lagi spyr Páll á Reynatúgvu, um landsstýrismaðurin metir, at uppgávan við sethúsafígging verður røkt á ein nøktandi hátt av bankunum. Og hann heldur fram:
– Eru sambært landsstýrismanninum aðrir hættir at útvega sethúsafígging til familjurnar, sum ynskja at seta búgv á bygd?
– Metir landsstýrismaðurin tað rímiligt, at tað er lættari at fáa lán til dýr hús í størru búplássunum í landinum, enn at seta búgv fyri ein rímiligan penga úti á bygd?
Í viðmerkingum til fyrispurningin, sum Løgtingið skal taka støðu til týsdagin, vísir tingmaðurin á, at fólkatalið er vaksandi í Føroyum, og at tað er gleðiligt.
– Ein kveikjandi vend í mun til gongdina fyri fáum árum síðan, har fráflyting setti dagsskránna í Føroyum, sigur hann.
– At vit harafturat hava bundið landið tættari saman við tunnilsútbyggingum, ber við sær ein vaksandi áhuga fyri at búseta seg í meiri fjarskotnu pørtunum av okkara landi.
– Tað, at vit fjølgast og ynskja at búseta okkum heldur spjaddari, enn gongdin hevur verið í nógv ár, er bara gott og gagnligt fyri Føroyar allar.
Páll á Reynatúgvu heldur, at tað kortini eru tekin um, at royndin hjá nógvum av teimum ungu familjunum, sum ynskja at seta búgv á bygd, fer fyri bakka, ella verður forðað av tí, at fíggingarmøguleikarnir eru avmarkaðir og øðrvísi á bygd, enn á størru búplássunum í landinum.
– Summi vilja vera við, at tey lættari fáa stór lán í Havn, enn tað er at fáa rímilig lán á bygd. Eisini eru dømi um væl gróðursettar familjur við tveimum inntøkum, sum ikki fáa lán til at búseta seg á bygd við teirri grundgeving, at trygdin fyri endursøluvirðinum er ov veik.
– Tað átti at verið ein sjálvfylgja, at føroyskar familjur kunna útvega sær rímiligar liviumstøður, og man kann sum politisk skipan hjálpa til fyri at betra um fortreytirnar fyri, at familjurnar sjálvar eru førar fyri at veita børnunum tak yvir høvdið, og rúm til leik og trivnað, heldur Páll á Reynatúgvu.
– Um so er, at tvær miðalinntøkur ikki eru nóg góð trygd fyri at útvega sethúsafígging á bygd, so mugu orsakirnar til tess greinast og loysast, heldur hann.
Løgtingið skal á tingfundi týsdagin atkvøða um, hvørt Helgi Abrahamsen skal svara skrivliga fyrispurnginum.