Tað er Jóhannis Joensen, løgtingsmaður, sum hevur sett landsstýrismanninum í samferðslumálum, Dennisi Holm, ein grein 52a fyrispurning um málið. Ítøkiliga spyr hann soleiðis:
1. Er Landsverk vitandi um grótið, sum javnan dettur niður undan loftinum í Gásadalstunlinum?
2. Rapar grót javnan undan loftinum í smáu tunlunum í Føroyum?
3. Er nøkur skaðafráboðan um hetta?
4. Hvat verður gjørt fyri at forða fyri, at skaði stendst av omanlopi í tunlum?
5. Eru hesir tunlar nóg tryggir fyri fólk og akfør?
6. Nær kunnu fólk kenna seg trygg við at brúka hesar tunlar?
Í viðmerking til spurningarnar sigur hann, at tað verður javnan boðað frá, at grót dettur undan loftinum í Gásadalstunlinum.
– Hetta kann gerast sera álvarsamt, tí fólk ganga javnan gjøgnum tunnilin umframt tey akfør, sum koyra har. Serliga summarhálvuna gongur nógv fólk har.
– Eisini ganga skúlaflokkar og aðrir bólkar ígjøgnum tunnilin, serliga summarhálvuna, vísir løgtingsmaðurin á.
Hann heldur, at hetta helst er galdandi fyri fleiri tunlar í Føroyum.
– Spurningurin er, um tað skal ein álvarsligur skaði til, áðrenn nakað munagott verður gjørt fyri at tryggja loftið. Enn detta grót og steinar javnan undan loftinum í Gásadalstunlinum, sigur hann, og setir landsstýrismanninum spurningin fyri at fáa at vita, hvussu støðan er, og hvør ítøkiliga ætlanin er fyri at tryggja hesar tunlar.