Tingmenninir í Suðuroynni eru funnir

Suðuroyar valdømi er avgjørt. Javnaðarflokkurin fekk tveir, sambandsflokkurin ein og Tjóðveldisflokkurin ein. Formaðurin hjá Javnaðarflokkinum fekk eitt rimmar val við meira enn 600 atkvøðum

Javnaðarflokkurin fekk tveir tingmenn í Suðuroy. Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum fekk fleiri enn 600 persónligar atkvøður og var fyrstvaldi tingmaðurin í Suðuroy. Hin javnaðartingmaðurin í Suðuroynni er Hendrik Old.


Sambandsmaðurin er nývldur. Hann eitur Flemming Mikkelsen. Flemming hevur sitið í tinginum áður, men fall við seinasta val, tá Jákup Olsen varð valdur fyri sambandsflokkin.


Hjá Tjóðveldisflokkinum varð tað Hergeir Nielsen, sum aftur fekk sætið á tingið. Hann hevur eins og Flemming Mikkelsen sitið í tinginum áður.