Útisetar: Føroyingar í fleiri innanhýsis stríðum um vikuskiftið

Føroyingar hava í fleiri førum dystast innanhýsis

Um vikuskiftið brustu føroyingar saman á bæði íslendskum og donskum leikvøllum. Og føroyingar stóðu í fleiri førum eftir sum avgerandi leikararnir.

Í donsku 1. Deild vóru tveir “føroyingadystir" á skránni um vikuskiftið.

Brandur bukaði Trónd og Pætur

Í Keypmannahavn vann heimaliðið, Ajax, 33-21  á SUS Nyborg.

Ajax er mannað við Brandi Halgirssini, meðan Tróndur Mikkelsen og Pætur Mikkjalsson skrivaðu sáttmála við SUS Nyborg í summar.

Harafturat er Leivur Mortensen eisini knýttur at øðrum liði hjá Ajax.

Brandur Halgirsson skoraði trý mál, Tróndur Mikkelsen skoraði tvey og Pætur Mikkjalsson skoraði eitt.

Teir báðir, Pætur og Tróndur skoraðu fyri viku síðani ávikavist fýra og tvær ferðir í 26-26 javnleiki ímóti HEI Skæring.

Rói vann á Róki

HEI Skæring var tann dagin uttan føroyska landsliðsskiparan, Rók Akralíð, men nú um vikuskiftið var hann við aftur.

Rókur Akralíð var sunnudagin toppskjútti við seks málum í 27-24 ósigri ímóti HØJ, sum somuleiðis hevði ein føroyskan toppskjútta. Rói Berg Hansen skoraði fimm ferðir í útisigrinum.

Enn ein føroyingur hevur verið í eldinum við kappingarbyrjan í donsku fyrstu deild. Teis Horn Rasmussen spælir í Tønder, har hann hevur skotið ávikavist tvey og trý mál í fyrstu tveimum dystunum, sum eru úrslitaðir í tveimum stigum.

Støðan í donsku 1. deild: (haandbold.dk)

(Føroyingafeløg við svørtum)

NrLiðD+/-Stig
1Nordsjælland Håndbold268 - 584
2HC Midtjylland258 - 494
3Skive fH257 - 484
4Grindsted GIF, Håndbold256 - 514
5Elitesport Vendsyssel252 - 532
6Team Sydhavsøerne266 - 562
7Ajax København259 - 502
8HØJ Elite254 - 572
9TM Tønder Håndbold246 - 492
10HEI, Skæring250 - 531
11SUS Nyborg247 - 591
12Otterup HK243 - 470
13IK Skovbakken255 - 630
14HC Odense - Herrer256 - 740