Leygardagin byrjaði danska flogbóltslandskappingin aftur, og aftur í ár eru fleiri føroyingar millum teirar, sum taka lut. Holte IF hevur seinnu árini verið eitt av føroysku útisetafeløgunum, og í so máta er árið í ár einki undantak.
Soleiðis vóru bæði Ragnar í Haraldsstovu og Bárður B. Mikkelsen á liðnum hjá Holte, nú danska kappingin byrjaði, og hartil er væntandi, at Steinar Eirikstoft eisini verður at síggja í felagnum um ikki alt ov langa tíð.
Talan er um eitt nýtt lið, sum Holte í løtuni er í ferð við at byggja upp, og hetta kom eisini til sjóndar, tá liðið í fyrsta dystinum hitti SK Århus. Við settúrslitunum, 25-13, 25-16 og 25-19, gjørdist talan um greiðan sigur til heimaliðið, men sambært heimasíðu felagsins er hetta tó ikki nakað, sum fær felagið av valdu kósini.
Komandi dysturin hjá Holte verður komandi mikukvøld móti DHG Odense. Tann dysturin verður vístur á rásini, DK4, sum í vetur fer at senda beinleiðis flogbólt hvørja viku.