? Tit fáa einar 5-6 milliónir í Tips- og Lottopengum

Í oktober fer danski mentamálaráðharrin at leggja fyri F´ólkatingið lógaruppskot um, at Føroyar fáa allan tips- og lottopeningin, føroyingar spæla fyri, í einum blokki, so føroyski myndugleikar sjálvir kunnu býta út peningin til mentanarlig endamál

? Eitt tað fyrsta málið, eg fari at leggja fyri Fólkatingið í oktober, verður málið um at fáa føroyingum Tips- og Lottopengarnar í einum blokki.

Tað sigur Ebbe Lundgaard, mentamálaráðharri. Hann sigur, at uppskotið er um at verða klárt at leggja fyri Fólkatingið.

? Talan er um eina endurskoðan av lógini. Tann parturin av yvirskotinum, sum føroyingar spæla fyri, skal gjaldast aftur til mentanarlig tiltøk í Føroyum.

Ebbe Lundgaard sigur, at talan verður óivað um eitt tal, sum fer at liggja millum fýra og seks milliónir krónur. Skipanin hevur verið soleiðis, at søkjast skuldi um pengar í hvørjum einstøkum føri, men hendan skipanin er ov tvørlig, tí verður nú lógin broytt soleiðis, at føroyingar fáa allar pengarnar í einum, fyri síðan sjálvir at býta teir út til mentanarlig tiltøk.

Sámal Petur í Grund fegnast sjálvandi um hetta, og heldur fyri, at pengarnir koma á eitt turt stað.

Grønlendingar spæla eisini lotto, men hvørki føroyski ella danski mentamálaráðharrin halda, at føroyingar fara at spæla eins nógv og grønlendingar, sum spæla fyri 10 milliónir krónur um árið.

Mánadagin ljóðaði, at føroyski fólkatinslimurin, Óli Breckmann hevur kært til skattamálaráðið um tips- og lottopengarnar. Men sum Sosialurin skilir, so er málið longu loyst, áðrenn Óli Breckmamn ger vart við tað - tað skal bert samtykkjast í fólkatinginum.