Tit fylgja mær enn

Tær eru javngamlar og eru vaksnar upp saman í Kirkjatúni í Miðvági. Enn halda tær saman, nú tær tilsamans eru nærum hálvatriðju øld til aldurs, og nógvar stuttligar søgur vita tær at siga

Tær eru 241 ára gamlar samanlagt, tær tríggjar vinkonurnar Maria Rasmussen í Miðvági, Jenny Davidsen á Skála og Kitty Mortensen í Dragør.
Vit sita í stovuni hjá Mariu í Miðvági. Hon er tann einasta, ið aftur kom á rókina, eftir at tær allar tríggjar á ungum árum høvdu verið ein túr á flogi og roynt seg.
?Vit endaðu i Klaksvík, har vi tæntu, minnist Maria. Men tað var einki petti stuttligt, tí har vóru eingir eingilskmenn.
?Nei, leggur Kitty uppí. Teir vóru allir í Vágum, so tað var rímiligt meira keðiligt at ganga í Klaksvík tá. Har var so deydligt, tí fólk rýmdu aðrastaðni at vera av ótta fyri bumbuálopum. Men eg mátti verða verandi í Klaksvík. Pápi vildi ikki hava meg vestur aftur til allar eingilskmenninar.
?Tað gekk nú bara heilt væl kortini, minnist Jennu. Eg náddi so at gerast flóttafólk á Húsum, tá týskararnir bumbaðu Klaksvíkina.
Men ikki bilti. Fingu tær ongan eingilskmann, so fingu tær hvør sín føroying. Jenny var tann fyrsta.
Um enn Kitty mátti til Danmarkar at finna hann. Og tað halda vinkonurnar vera ríkiliga langt at fara. Ikki tí, tað gekk eisini fínt, skemta tær.

Koma og fara
Tær vuksu upp í Miðvági og hiðani gekk heimurin út frá. Jenny er fødd í Sørvági og varð ársgomul borin í einum leypi til Miðvágs og sett av her. Her vaks hon so upp.
?Heldur tú ikki tað var synd í mær? sigur hon við blaðmannin, og vinkonurnar eru skjótar at svara sum við ein munn:
»Tvætl í teg. Einki var tað nakað synd í tær, eingin hevur havt tað betri enn tú yvirhøvur.« Og Jenny er samd við teimum.
Líka síðan tær dugdu at stetla um teigar og tún í Miðvági, hava tær verið vinkonur. Tær hava fylgt hvørji aðrari allan vegin gjøgnum lívið, hóast ein fór til Danarkar og onnur inn á Skála at búgva. Hava ferðast til hvørja aðra, og hevur eitt nú Kitty verið í Føroyum, hava allar verið saman. Hinar báðar hava sum vera man eisini verið onkran túr í Danmark.
?Vit vóru í fjør, greiðir Jenny frá. Maria vann eina konsertferð fyri tvey til Forum í Gekkinum. Og so bjóðaði hon vinkonuni við, so vit kundu vitja ta triðju í Danmark. Men í Forum fóru vit ikki.
?Nei, leggur Maria uppí. Eitt av ommubørnunum fekk billettirnar. Og tað var sikkurt eisini betri. Hvat skuldu vit, tvær gamlar ommur gjørt har?
Miðvágskonan og skálakonan halda tað vera hugnaligt í Dragør. Og Kitty kann saktans. Har býr hon í sama býi sum kendir menn sum Otto Leisner og Ove Sprogøe.
?Hatta er slagið, hon kemur saman við, flenna tær, og Kitty ristir bara við høvdinum.

Nógv at minnast
Grundin til, at tær nú sita her í hugnaligu stovuni í Miðvági er, at tann yngsta teirra, Kitty, er komin heim til Føroya at halda 80 ára føðingardag.
?Vit ætlaðu ikki, at nakar skuldi vita av, men nú hevur onkur slatrað fyri tær. So kann tað gera tað sama. Men vit verða hvørki her ella á Skála sjálvan føðingardagin. Eingin skal vita, hvar vit fara, mestsum teskar Kitty. Men hon uggar seg við, at tað blaðið kemur út, hevur dagurin longu verið.
Hon heldur, at tær báðar vinkonurnar eru so mikið beistaktigar, at tær kundu gott havt funnið upp á at sagt frá. Men tær leggja dýran við, at tað hava tær ikki. Og blaðmaðurin noyðist mestsum at gerða eið uppá, at tað var heldur ikki frá teimum, at tað frættist.
Og so flenna tær aftur. Tí gera tær í heila tikið rættiliga nógv av.
?Jú, vit hava hildið væl saman, sigur Jenny. Men vit klandrast ikki meira.
?Plagdu vit at gera tað, undrast hinar báðar og halda ikki, at hon kann minnast nakað serliga væl, tá hon heldur so.
?Tað gera tit heldur ikki, verjir Jenny seg. Tú minnist ikki, sigur hon og peikar á Kitty, at eg einaferð breyt tvær framtenn hjá tær. Tað skilji eg ikki, at tú hevur gloymt.
Men tað hevur Kitty. Hon hugsar eina løtu, men má so staðfesta, at hon hevur ikki minsta grun um, nær tað kann hava verið. Men Maria minnist tað.
?Tað var mangan stuttligt, tá vit vóru smágentur, minnast tær. Gingu og gjørdu fortreð í Miðvági. Ongi herverk soleiðis kortini, men so mikið, at konur i grannalagnum gott kundu fara upp at skelda.
Serliga var ein stuttleiki, tær minnast aftur á, og tað var at taka klæði, sum hongd vóru á ymsu snórarnar í bygdini at turka, og so skifta um við onnur klæði á øðrum snórum.
?Tað kundi væl enda við, greiðir Maria frá, at klæði kundu hanga í fleiri dagar á fremmandu snórum. Konan, sum átti, kendi tey, men vildi ikki fara at taka niður av snórinum hjá øðrum. Einki við at verða løgd undir at taka av fremmandum snórum.
So var tað budingurin í vindeyganum ella breyð og annað, sum stóð í einumhvørjum opnum vindeyga og kølnaði. Tað tóku vit og fluttu.
?Jú, vit gjørdu nokk so nógv skálkabrøgd. Men hvat annað skuldu vit gera? Tað var ikki so nógv at brúka tíðina til, tá vit ikki arbeiddu, minnast tær aftur á. Vit fóru ikki so langt, men vit hoyrdust aftur ímóti.
?Mamma skeldaði okkum út, tí vit vóru so beistaktigar. Men tað hjálpti einki, minnist Jenny. Hinvegin høvdu vit eina so fitta grannakonu, sum vit hildu nógv til hjá.
?So tóku vit upp eftir teimum vaksnu. Tað, tey gjørdu og søgdu, spældu vit. Eisini tá tey spældu sjónleik, so spældu vit eftir, minnist Jenny. Men tá vit skuldu spæla hondbólt, varð eg koyrd burturúr. Eg mundi vera ov dovin. Tær siga í hvussu er, at eg eri tann dovnasta av okkum, flennir hon.

Sama lagið enn
?Vit eru líka forherðaðar enn. Men nú er tað mest okkara millum. Tað hevði ikki sæð so væl út, um vit, tríggjar gamlar langommur, gingu millum húsini og gjørdu fortreð, heldur Maria. Men á smílinum skilst, at hon hevði einki havt í móti einum skálkabragdi, um tað skuldi verið.
?Vit høvdu ein deiligan ungdóm. Vit høvdu ongar pengar, men vit fingu umsorgan, minnist Kitty.
Har var einki at gera uttan at vera við í øllum tí arbeiði, sum hoyrdi til. Kúgv var i hvørjum húsi, so har var at hoyggja, mjólka og sópa. Og um tær vóru gentur, slapst ikki undan.
?Vit gingu ikki við fartelefon, sum tey gera í dag. Eisini vit gomlu. Jenny tekur ein peningaseðil úr taskuni og biður eina ommudóttur Mariu fara í Telebúðina fyri seg at keypa sær eitt nýtt kort.
?Nei, eru tær samdar um. Tíðirnar eru ikki sum fyrr. Men vit hava tað gott, í dag. Tað kann ikki sigast annað.
?Høvdu vit vaksið upp við teimum møguleikum, tey ungu hava í dag. kann eg ikki ætla, hvussu klókar vit høvdu verið, heldur Kitty. Tá tú vart 14 ár, fórt tú úr skúlanum. Um tú dugdi nakað ella einki. Nú ganga tey í skúla, til tey eru 30.
Tær halda seg vera væl fyri og minnast aftur á fólk, sum vóru á aldur við tað, tær eru nú. Tey høvdu tað langt frá so gott, sum tær halda seg hava tað í dag. Tær siga seg í heilum gloyma, hvussu gamlar tær eru.
?Eg livi væl, sigur Jenny. Gangi kanska ikki akkurát sum ein mannequin.......
Og so froysa hinar báðar útúr.
?Hevur tú nakrantíð gjørt tað? flennir Kitty. Hon minnist aftur á, hvussu illa Jenny beklaði í konfimatiónsskónum.
Jú, tað minnist Jenny eisini. Tað var nakað verri nakað. Teir vóru nýggir. Forrestin tað einasta nýggja hon fekk til konfirmatiónina, minnist hon.
Vit tøma kaffikopparnar. Tað standa trý kuffert í gongini. Tær skulu av oynni at halda 80 ára føðingardagin hjá Kitty. Ein bilur fer at koma eftir teimum, men eingin skal vita, hvar tær fara.