– Tit megna ikki sjálvi at telja upp í 14

– Var nakar stirðil í tykkum, tóku tit hvørt einstakt mál og viðgjørdu tað saman við samgonguni, so tit fingu ávirkan. Men tað vilja tit ikki. Higartil hava tit sum andstøða onki prógvað og onki fingið á skaftið í hesum valskeiðinum. Kanska er orsøkin bara, at tit ikki hava nakran felags politikk – annað enn at fáa okkum frá.

Tað skrivar Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum og formaður í Framsókn, í tíðargrein í VikuskiftisSosalinum sum eina viðmerking til Jenis av Rana:

»Í lesarabrævi í vikuni, leggur Jenis av Rana, andstøðutingmaður fyri Miðflokkin, samgonguna undir at vera ábyrgdarleysa og fyri at bypassa demokratiið.

Hann leggur eisini samgonguna undir at hava lagt árarnar inn, og hann sigur enntá, at samgongan ætlar sær at tvíhalda um valdið, hóast hon hevur mist meirilutan, meðan løgtingið er óvirkið í knappar fimm mánaðir.

Hann endar lesarabrævið við at siga, at “lata tey 33 sær slíkt lynda, burdi ongin teirra sloppið at bjóðað seg framaftur at stjórna Føroyum!”

Lat meg byrja við at staðfesta, at eingin nakrantíð hevur ivast í, at sitandi samgonga hevur verið ein minnilutasamgonga. Longu dagin eftir, at samgonguskjalið var undirskrivað, gjørdist nevniliga greitt, at meirilutin hvarv, tá 17. tinglimurin valdi at seta seg sjálva uttan fyri samgonguna.

Tað hevði við sær, at henda samgongan frá byrjan mátti leita sær eftir meiriluta uttan fyri samgonguna.

Og tað hevur eydnast. Tí sitandi minnilutasamgonga hevur megnað at fáa nógv mál ígjøgnum Løgtingið. Eisini nógv stórmál. Vit hava til dømis fingið nýggja pensjónsskipan, vit hava fingið nýggja fiskivinnuskipan, vit hava fingið nýggja alilóggávu og vit hava eisini fingið nýggja útlendingalóg. Bara fyri at nevna nøkur stórmál úr bunkanum.

Hesi mál høvdu ikki verið samtykt, um tað ikki hevði eydnast samgonguni at fáa, í øllum førum, partar av andstøðuni at taka undir við teimum.

Hetta er fyrstu ferð í søgu løgtingsins, at landið, í eitt heilt valskeið, er stjórnað av einari minnilutasamgongu. Samanumtikið er mín heilt greiða fatan at tað hevur gingið væl, tí vit hava fingið minst líka nógv – um ikki væl meira burturúr – sum nøkur meirilutasamgonga undan okkum.

Eg havi altíð trúð upp á prinsippið í at hava minnilutasamgongur. Tær mugu arbeiða tvørtur um mørk, og tað gevur grundarlag fyri breiðum semjum. Og tað er júst tað, sum hevur eydnast hjá hesari samgonguni. Ikki allar semjur hava verið so breiðar sum ynskiligt var, men, sum nevnt, hevur eydnast okkum at fáa í øllum førum partar av andstøðuni at taka undir við okkara uppskotum.

Í onkrum føri hevur verið heilt nær við, at vit hava fingið heilt breiðar semjur. T. d. í samband við fiskivinnunýskipanina. Men tá kastaði Sambandsflokkurin frá sær í síðstu løtu og vildi ikki vera við kortini. Tað var harmiligt, tí vit vóru samd um nógv tað mesta, men tað var teirra val.

Kortini megnaði hendan samgongan at avgreiða tað stórmálið, og onnur við, sum seinasta samgonga ongantíð kom nær við at avgreiða, tí hon kvaldist av innanhýsis stríði.

Jenis av Rana rør sum sagt framundir, at einasta endamál hjá samgongan er at varðveita valdið og, at Løgtingið skal liggja lamið í fimm mánaðir, til eftir valið. Hetta er møsn og tað veit Jenis av Rana væl sjálvur.

Tí sambært grein 13 í stýrisskipanarlógini (og grein 59 í tingskipanini), kunnu tveir fimtingar av tinglimunum skrivliga biðja um tingfund við dagsskrá. Tað vil siga, at 14 tinglimir kunnu krevja, at Løgtingið kemur saman, um tað er tað tey so brennandi ynskja. Andstøðan og uttanflokkatinglimirnir telja í løtuni 18, so tí átti tað at borið til.

Men tað ger tað kortini ikki, og er sannleikin ikki bara, at andstøðan megnar ikki so frægt sum at telja upp í 14, so hon kann kalla Løgtingið saman fyri at útskriva nýval? Fólkaflokkurin hevur líka frá byrjan ynskt at fáa hesa samgonguna frá, men hann hevur ikki megnað tað. Sambandsflokkurin ætlaði ivaleyst tað sama, tá hann trekti seg úr samráðingunum um fiskivinnunýskipanina, men tað hendi heldur ikki, og aðrir partar av andstøðuni hava við millumbilum sagt tað sama. Men hví gera tit so einki við tað?

Tí tit megna tað ikki.

Fyri mær at síggja er hetta sama mannagongd, sum andstøðan brúkti, nú Løgtingið fór í summarfrí. Minnilutasamgongan hevur fleiri uppskot liggjandi í Løgtinginum, sum vit fegin vildu havt ígjøgnum fyri valið, og vit eru altíð til dystin fús at viðgera málini.

Lat meg skera tað út í papp. Hetta eru lógir, sum samgongan hevur lagt fyri tingið, tí samfelagnum tørvar tær, og sum vit tí fegin vilja hava samtykt. Okkum tørvar bara, at onkur í andstøðuni hevur, og vísir, sama áhuga.

Men tað vil andstøðan ikki, og tí situr hon við fullari løn og blokerar fyri, at hesi lógaruppskot kunnu vera samtykt.

Var nakar stirðil í tykkum, tóku tit hvørt einstakt mál og viðgjørdu tað saman við samgonguni, so tit fingu ávirkan. Men tað vilja tit heldur ikki. Higartil hava tit sum andstøða onki prógvað og onki fingið á skaftið í hesum valskeiðinum. Kanska er orsøkin bara, at tit ikki hava nakran felags politikk – annað enn at fáa okkum frá.

Tí er tað ikki samgongan, sum “bypassar” demokratiið. Tað eru tit, sum sita við meirilutanum, men tit megna ikki at brúka hann til nakað. Og so vænta tit at vinna valið – og valdið? Hvat er tað, sum tit hava at bjóða?

Tit skulu ikki vænta, at henda samgongan kastar frá sær. Vit eru vald fyri fýra ár, og valskeiðið rennir út tann 1. september. Beint nú arbeiðir henda samgongan júst sum undanfarnar samgongur hava gjørt hesa ársins tíð. Løgtingið er farið í summarfrí, men landsstýrisfólkini eru til arbeiðis og tey hava úr at gera.

Tað eru tit, sum hava valt at blokera arbeiðið hjá Løgtinginum. Men tað er ivaleyst tí tað er tað einasta tit megna.«