- Tit teljast millum teir bestu

Niels Olaf Eivindson, varaborgarstjóri í Hvalbiar kommunu, segði við móttøkuna í Roynhøllini, at samstarvið um Sjagaklett og Gulberg er eitt positivt og konstruktivt samstarv sum gongur um landafrøðilig mørk, sum hann tók til

- Tað er við stórari gleði og ikki minst stoltleika at eg kann heilsa tykkum og skipunum vælkomnin inn á fjørðin. Hetta er eitt positivt og konstruktivt samstarv. Eitt samstarv, ið gongur um landafrøðilig mørk. Eitt samstarv, ið hevur nógvar samstarvspartar.
Tað segði Niels Olaf Eivindson, varaborgarstjóri, tá hann í Roynhøllini sunnukvøldið heilsaði eigarum, skipum og manningum.
Hann legði aftrat, at hetta samstarv stevnir frameftir.
- Her eru skip, ið lyfta skipatalið í Suðuroynni eitt sindur upp. Miðalaldurin á flotanum verður eisini lyftur eitt sindur upp við hesum skipunum. Hesi skip eru við at flyta fiskivinnuna, sum vit kenna hana í dag, enn longur framm á veg. Her opnast nýggjr møguleikar, bæði fyri skip, manning, reiðarí og vinnuna á landið. Hetta eru skip við fleiri møguleikum, enn tit áður hava havt. Tað er alla æru vert, at tit hava tikið hetta stigið.??Mangan verður sagt at tann, ið einki vágar, hann einki vinnur. Men at vága er eisini at missa fótafesti ein løtu fyri at finna seg sjálvan og koma vegin fram.

Millum teir bestu
Niels Olaf Eivindson segði, at teir, sum eru við í hesi verkætlan, teljast millum bestu fólk innan føroyska fiskivinnu.
- Tit hava gott orð á tykkum úti í vinnuni. Tit hava áralangar royndir innan fiskivinnuna. Tit hava úrslit at vísa á, og eru tit eisini til reiðar at byrja eitt nýtt kapitul innan føroyska fiskivinnu.
Varaborgarstjórin vísti á, at kreppa er runt um okkum, men tað er í slíkum tíðum, at vit hava brúk fyri íverksetarum og vinnulívsfólki, ið síggja møguleikar í tíðarrúminum.
- Her hava tit málrættað sett kós út í kortið og eru byrjaðir at leggja skipið í kósina. Síðan seta tit ferð á skútuna. Hetta verður gjørt ein av komandi døgunum.

Betra havnaviðurskiftini
Niels Olaf Eivindson segði, at tað hevur verið greitt í eina tíð, at okkurt skip var á veg til Hvalbiar.
- Hetta hevur verið við til at seta eina dagskrá um at betra havnaviðurskiftini í Hvalba. Avvarðandi av fiskivinnuni í Hvalba eru hoyrd, og nú eru serfrøðingar eru í gongd við at gera tær neyðugu forkanningarnar hesum viðvíkjandi. Úrslitið av hesum arbeiði verður tøkt til støðutakan hjá kommununi seinni í ár. Henda inniber millum annað, at møguleikar verða kannaðir fyri tryggari innsiglingarviðurskiftum, størri atløguplássi og dýping. Í dag hevði verið heldur trongligt, um øll skipini vóru inni, segði varaborgarstjórin í Hvalbiar kommunu, sum at enda ynskti bestu eydnu við hesi verkætlan.