Titanic vælumtóktur í 3D

Tað er ikki nógv, sum bendir á, at amerikanarar hava fingið nógv mikið av Titanic nú fimtan ár eru liðin, síðan filmurin fyri fyrst ferð var at síggja á tí stóra skíggjanum.

 

Tá ið 3D útgávan av filminum hevði frumførslu mikudagin, megnaði hann at tjena 26 milliónir krónur í USA. Tað veit eb.dk umvegis boxoffice.com.

 

Tað hevur verið ein frálík byrjan hjá filminum, sum var millum heimsins best umtóktu filmar, tá ið hann kom út í 1997. Í dag er filmurin nummar tvey á listanum yvir filmar, sum hava tjent mest pengar. Avatar frá 2009 er á fyrsta plássi.

 

Titanic hevur selt fyri 10 milliardir krónur, og fløgan frá filminum, sum eitt nú Celine Dion stendur aftanfyri, hevur selt yvir 24 milliónir eintøk.

 

Titanic í 3D kann síggjast í Havnar Bio í hesum døgum.