Fótbóltur
Annan hvítusunnudag verða tær báðar seinnu hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið spældar.
Bæði á Sandi millum B71 og EB/Streym og í Gundadali millum B36 og HB endaðu fyrru hálvfinalurnar við javnleiki. Men tað er tó stórur munur á útgangsstøðinum hjá EB/Streym og HB, sum hesa ferð eiga heimavøll.
Útivøllurin telur
Eins og tað hevur verið galdandi í Europa í nógv ár, so gjørdi FSF í 2000 ta broyting, at um tað stóð á jøvnum í slíkum dystum, so vann tað liðið, sum hevði skorað flestu málini á útivølli.
Tað merkir í hesum førinum, at so leingi sum B71 ikki skorar við Margáir, so er EB/Streymur víðari, og tí hava teir ikki fyri neyðini at spenna álopsbogan alt ov høgt, nú B71 kemur á vitjan.
Í HB hava teir sjálvandi ikki tapt, so leingi sum B36 ikki skorar, men hinvegin skal HB skora, um teir skulu vinna, um talan ikki verður um brotssparkskapping.
Og við feskastu hagtølunum hjá HB í huga, so kann hetta í sjálvum sær gerast ein trupulleiki. Í øllum førum hevur liðið ikki skorað í níggju av seinastu tíggju hálveikunum, sum teir hava spælt. Men tað telur hinvegin rætta vegin, at tað hava mótstøðuliðini so heldur ikki.
EB/Streymur favorittur
Verða venjingardystir taldir við, so hava HB og B36 spælt fýra ferðir móti hvørjum øðrum í ár, og hvørja ferð hevur talan verið um javnleik. Og tí er talan á pappírinum um ein dyst, sum er púrasta opin.
Við Margáir eigur EB/Streymur tó at roknast sum favorittur. Eisini hóast teir tvær ferðir á rað hava spælt javnt móti B71 í ár.
Partvíst hevur EB/Streymin undan dystinum fyrimunin av útivøllarmálinum, og partvíst eru báðir javnleikirnir spældir á Sandi, har B71 hevur sýnt munandi størri styrki, enn teir hava gjørt á útivølli.