Mánadagin 17. juni er tjóðardagur Íslands. Hetta verður eisini hátíðarhildið í Føroyum.
Sunnudagin 16. juni fara íslendingar og vinir Íslands at halda tjóðardagin í viðarlundini Prestlág yvir av Vesturkirkjuni.
Tiltakið verður frá kl. 15 17 í viðarlundini í Prestlág. Eftir at eitt manskór úr Nólsoy hevur sungið nakrar sangir, kemur Gunvør Balle at siga nøkur orð.
Felagið Frón, ið er felag hjá íslendingum og íslandsvinum í Føroyum, grillar pylsur og boðið verður kaffi, te og pannikøkur eins og okkurt til børnini. Eisini verður felagssangur. Um veðrið ikki verður til vildar, verður hátíðarhaldið flutt í Fútastovu.