Frá gerandisklæðum
til føroyskan búna
Upp undir ólavsøku letur upp nýggj framsýning um føroysk klæðir á Føroya Fornminnissavni. Framsýningin nevnist Frá gerandisklæðum til føroyskan búna.
Á framsýningini verður serliga dentur lagdur á føroyska kvinnubúnan. Nøkur mannfólkaklæðir og eldri gerandisklæðir eru eisini við. Endamálið við framsýningini er at lýsa, hvussu klæðir við sama sniði sum búnin hava verið nýtt í eldri døgum, men á øðrvísi hátt enn búnin í dag. Frá at vera gerandisklæðir eru klæðini í dag vorðin føroyskir búnar.
Elstu klæðini eru frá uml. 1850, men framsýningin varpar eisini ljós á nýtsluna av føroyskum búnum í dag. Á heysti í fjør skipaði Føroya Fornminnissavn fyri myndatøku av kvinnum í egnum búna, sum høvdu latið seg í, sum tær plaga. Myndirnar sýna búnar úr ymsum tilfari, við ymsum litum og mynstrum og lýsa sera væl tey fjølbroytni, sum sermerkja føroyskar búnar í dag.
Orðingin í lýsingini, »Frá at vera gerandisklæðir eru klæðini í dag vorðin føroyskir búnar« er sera óheppin. Kann henda, at onkur slitin búni er vorðin nýttur sum gerandisklæðir, men neyvan stavar tjóðbúnin frá gerandisklæðum.
Pól skrivaði eisini nakað, ið eg ikki heilt var før fyri at skilja. – »Tey útvaldu, ið kalla føroysku klæðini »tjóðbúna«, ilskast og siga hesi nýggju klæðini líkjast karnivalsbúnum. Men hvør hevur autoriserað klæðini at vera tjóðbúna? Væl vita vit, at tað í øðrum londum eru sonevndar tjóðbúnaðnevndir [Hvat merkir sonevndar í hesum føri, tá ið sonevndar í vanligari týðing merkir niðrandi?], sum meta um og gera av, um ein búni er nóg bæriligur at umboða landið í almennum høpi – tað er at siga í almennum framførslum á stevnum heima og uttanlands.« – Her er ikki rætt fráboðað, tí í øllum Norðurlondum eru tjóðbúnafeløg og fastar reglur um, hvussu ein búni eigur at vera. tey hava fleiri ymiskar búnar í hvørjum landi, men ikki loyvi at broyta so mikið sum ein sting. Vit eru tey einastu, ið eru uttanfyri, einki tjóðbúnafelag, ongar lógarfestar reglur og ongan alsk ella virðing fyri siðvenju. Ynskiligt hevði verið, at eisini vit áttu eitt tjóðbúnafelag, tá kundu vit havt ein búna fyri hvørja oyggj ella hvørja bygd, um vit vildu havt fleiri ymiskar búnar.
Greinin hjá Póli endar við svarinum, hann fekk frá Súsonnu Skaale, ið er ein ung nútíðar kvinna. »Eg lati meg ikki stýra av øðrum. Eg lati meg í turkislitað turriklæði. Og eg haldi tað vera í lagi, at fólk sleppa tí traditionella og velja ymiskar litir til klæði síni.« Holger Drachmann, danskur rithøvundur (1848-1908), segði eisini »Jeg sætter min hat, som jeg vil«, men hetta savnar neyvan nakran samleika.
Egnu hugleiðingar um framsýningina á Fornminnissavninum og ymiskar myndir frá ólavsøkuni: Í frágreiðingini um framsýningina skrivar Fornminnissavnið: »Á heysti í fjør skipaði Føroya Fornminnissavn fyri myndatøku av kvinnum í egnum búna, sum høvdu latið seg í, sum tær plaga. Myndirnar sýna búnar úr ymsum tilfari, við ymsum litum og mynstyrum og lýsa sera væl tey fjølbroytni, sum sermserkja føroyskar búnar í dag.«
Tá ið eg stóð og hugdi at hesum fjølbroytni, rann mær til hugs orðini hjá Hans Andriasi Djurhuus, »Saman at halda var ei okkum givið«, og tað næsta, ið rann mær til hugs, var: Er hetta ikki júst tekin um tað føroyska sjálvsøkni og sundurlydni, sum valdar í dag, har eg er vorðið fyrsta orðið bæði í talu og skrift? Nú ið so nógv verður tosað um gransking og ymisk evnir, hevði føroyskt sundurlyndi óivað verið eitt sera áhugavert evni.
Sum eygnariv (blikfang) var kjólin hjá Eivør Pálsdóttir – eitt føstulávintsskrímsl í besta stíli. Ymisk fyndarorð vóru hongd á veggin eins og mannakorn. »Nógv fólk brúka bara búnan eina ferð um árið. Eg royni at flætta hann inn í mín persónliga klædnastíl og harvið fáa meiri gleði burtur úr honum.« (Eivør Pálsdóttir). Um Sissel Kyrkjebø hevði gjørt á sama hátt við einhvønn búna í Noregi, hevði hon uttan iva fingið sekt.
Sjálvt havi eg altíð hildið, at heitini tjóðveldi og tjóðbúni hava ljóðað sera hátíðarlig. Men álvaratos, tá ið eg sá mynd av forkvinnuni í »Unga tjóðveldi« bjóða til ólavsøkufund í einum neyðtiknum føroyskum búna, gjørdist eg vónsvikin. Hetta var niðan fyri alt lágmark. Um hetta er framtíðarrák hjá Tjóðveldinum, hóskar betur, at teir býta bókstavin ð um við bókstavin v. Tjóvveldi og tjóvveldisbúni.
Enn syngja vit »Gud signi mítt føðiland Føroyar«. Hetta verður ivaleyst eisini broytt, áðrenn vit vita av.