Tjóðbankin veitir føroyskum fíggjarstovnum trygd

Í gjár fóru stórir skjálvtar gjøgnum íslendska fíggjarheimin, tá Seðlabanki Islands bjargaði Glitnir Banki undan húsagangi. Norðurlendsku fíggjarmarknaðirnir vórðu eisini ávirkaðir av hesum, men hetta hevur onga beinleiðis ávirkan á Føroyar sambært Sigurd Poulsen

Altjóða fíggjarkreppan hevur nú kravt sítt fyrsta stóra offur í Íslandi, tá Seðlabanki Islands í gjár noyddist at bjarga triðstørsta bankanum í Íslandi, Glitnir Bank, undan húsagangi, umframt at íslendska íleggingarfelagið Stoðir fór á húsagang.

Men hetta fær, sambært Sigurd Poulsen, onga beinleiðis ávirkan á føroyska fíggjarmarknaðin.

- Fíggjarkreppan í Íslandi hevur onga beinleiðis ávirkan á føroyska fíggjarmarknaðin, staðfestir Sigurd Poulsen, landsbankastjóri.

Orsøkin til hetta er, at føroyska fíggjarvinnan ikki er so tætt knýtt at íslendsku bankunum, sum hon fyrr hevur verið.

- Nakað av fiskivinnuni er fíggjað úr Íslandi, men eg loyvi mær at ivast í, um hon verður rakt av hesum hóast tað. Tær avtalur sum eru, verða neyva uppsagdar, og soleiðs stendur fíggingin enn við. Tað einasta, sum møguliga kann fáa ávirkan á tann partin av fiskivinnuni, su mer fíggjað úr Íslandi er, um pengarnir verða kravdir inn í úrtíð. Tá kann hesin parturin fáa tað trupult við at fáa fíggjað virksemið av nýggjum, sigur Sigurd Poulsen, stjóri í Landsbankanum.


Tjóðbankin veitir trygd

Á altjóða fíggjarmarknaðinum verða nú alsamt fleiri bankar bjargaðir undan húsagangi frá statunum ella landsbankunum. Føroyingar eru ikki ókendir við støðuna, tá vit fyri fáum árum síðani høvdu »bankabjargingina« í Føroyum. Men talan verður helst ikki um eina líknandi støðu aftur.

Frá 26 september í ár til 30 januar komandi ár hevur danski Tjóðbankin eitt tilboð til bankarnar um at veita fyribilslán til at gjalda stuttfreistaða skuld við. Hetta tilboð er til allar bankar í danska kongaríkinum, og tískil eisini teir føroysku.

- Hetta er ein lánimøguleiki, sum teir føroysku bankarnir kunnu taka av, um tað gerst neyðugt, greiðir Sigurd Poulsen frá.

Bankarnir skulu tó uppfylla treytirnar, sum verða settar. Bankarnir skulu hava solvensin í lagi, og hesin lánimøguleikin snýr seg um, at bankarnir kunnu lána uppá tann yvirskotssolvensin, sum teir hava, tó avmarkað til 800 milliónir krónur fyri hvønn stovnin.

- Hesin møguleikin er til at taka av meðan mann bíðar eftir at misálitið á fíggjarmarknaðin hvørvur aftur, sigur Sigurd Poulsen, landsbankastjóri.

Sostatt veitir danski Tjóðbankin føroysku fíggjarstovnunum trygd, um teir skuldu komið í trupulleikar við stuttsiktaðu lánunum og hava brúk fyri at fáa meira rásarúm.