»Tjørnunes« selt av landinum

Fóður-fluttningsskipið »Tjørnunes« hjá P/F Bakkafrost á Glyvrum er selt til Orknoyggjar.

»Tjørnunes« varð bygdur sum brunn­bát­ur í 1993 í Fuglafirði. Í 2007 var skip­ið umbygt til flutningskip, og hev­ur tað síðani tá siglt við fóðri til ali­vinnuna.
Nýggi eigarin skal umvæla høv­uðs­mot­orin og gera onkrar aðr­ar á­bøt­ur við skip­ið, áðr­enn tað fer í sigl­ing fyri ali­vinn­u­na í Orkn­oyggj­u­num.
Tað er skipsmeklaravirkið MAR­E­TEC ­á Argjum, sum skipaði fyri søl­uni av »Tjørnunes« vegna P/F Bakk­a­frost.