Ein partur av nýggju semjuni um nevndarsessir er, at Tjóðveldi fær formannin í fíggjarnevndini alt valskeiðið Síðani samgongan varð skipað, hevur Eyðgunn Samuelsen úr javnaðarflokkinum røkt formanssessin, men ein partur av nýggju semjuni um nevndarsessir er, at Tjóðveldi fær fastan formanssess í fíggjarnevndini.
Tað skrivar Dimmalætting á heimasíðu síni í dag.
Tá samgongan varð skipað, varð avtala gjørd millum javnaðarflokkin og tjóðveldi um, at flokkarnir skuldu eiga fíggjarnevndarformanín í eitt ár á gangin.
Men tað skiftið er nú slept, skrivar Dimmalætting.