”Tjóðveldi skiftir ikki Heina O Heinesen út”

Annita á Fríðriksmørk,forkvinna í tingbólki Tjóðveldis
-----


Í sambandi við arbeiðið at endurskoða valskipanina skulu veljast tveir bólkar:
• ein serfrøðingabólkur og
• ein politiskur fylgibólkur.

Politiskir fylgibólkar
Nøkur, eisini fjølmiðlar, hava spurt, hví Tjóðveldi ikki valdi eina kvinnu í politiska bólkin, sum skal fylgja arbeiðnum hjá serfrøðingabólkinum, sum skal fyrireika uppskot til nýggja vallóg. Hetta kom m.a. fram í grein í Sosialinum í vikuskiftinum, sum bar yvirskriftina “Tjóðveldi skiftir ikki Heina O Heinesen út”.

Tað eydnaðist Tjóðveldinum at hava bestu kynsjavnvágina á Løgtingi til seinasta løgtingsval. Og við somu javnstøðu fyri eyga hava vit tað prinsipp, at framsøgufólkið í tí máli, sum fylgibólkur skal fylgja, umboðar Tjóðveldi í tí aktuella bólkinum. Tað gjørdu vit eisini í hesum føri, tá umboð fyri flokkin skuldi veljast í omanfyri nevnda politiska fylgibólk. Tí er Heini O Heinesen okkara umboð í bólkinum.

Um javnstøða skuldi verðið í øllum teimum politisku fylgibólkunum, sum verða mannaðir við umboðum úr hvørjum flokki, vildi tað merkt, at vit noyddust at skúgva javnstøðuna burtur í tingbólkunum. Okkara flokkur og Javnaðarflokkurin, eru jú teir einastu, sum kunnu velja kvinnur. Og um hesir báðir flokkarnir sum teir einastu skulu tryggja kvinnuliga umboðan, hvørja ferð ein bólkur varð settur, vildi avleiðingin jú verið, at mannligu umboðini í hesum flokkum ongantíð sloppu framat. Og tað kann ikki verða rætt sæð út frá einum javnstøðusjónarmiði.
serfrøðingabólkurin
Sambært lóg skal serfrøðingabólkurin lúka treytirnar um javnstøðu. Tað skal politiski fylgibólkurin ikki.

Undirritaða gjørdi formansskapin skrivliga varugan við trupulleikan, tá serfrøðingabólkurin varð valdur upprunaliga, tí hesin tá ikki leik treytirnar í javnstøðulógini. Sum skilst er hetta við at verða komið uppá pláss nú eftirfylgjandi, og er tað at fegnast um.

Lógargreinin í javnstøðulógini, sum tryggjar javnstøðu í serfrøðingabólkinum, er soljóðandi:
§ 8. Allar almennar nevndir, ráð, umboð og líknandi, sum fyrisitingarvaldið útnevnir, skulu verða sett saman soleiðis, at umleið eins nógvir limir av báðum kynum eru umboðaðir. Sama er galdandi fyri tær nevndir, ráð, umboð og líknandi, sum løgtingið og bý- og bygdaráðini útnevna, tá ið tey, ið útnevnast skulu, ikki nýtast at vera løgtings- ella bý/bygdaráðslimir.
Stk. 2. Tá ið serligar grundir eru fyri tí, kann javnstøðunevndin geva undantaksloyvi í hvørjum einstøkum føri ella fyri eina yrkisgrein sær.
Forarbeiðið má byrja í valstríðnum
Hendan støðan, sum vit koma í innímillum har politiskir fylgibólkar verða mannaðir bara við tí eina kyninum er óheppið. Tað er tó ongin ivi um, at hetta kann komast til lívs, um flokkarnir gera sítt heimaarbeiði til lítar longu við valstríðsbyrjan, og longu tá tryggja, at flokkarnir eru nøkulundu javnt umboðaðir í valstríðnum, og at flokkarnir hava ein javnstøðuprofil. Tástani kunnu vit valdagin síggja eitt nøkulunda javnt býti millum kvinnulig og mannlig løgtingsumboð. Eydnast tað, renna vit okkum neyvan í aftur óhepnar støður, sum hana við politisku umboðanini í bólkinum, sum skal fylgja við arbeiðnum hjá serfrøðingabólkinum.