Í degi og viku fríggjakvøldið mátti Vestergaard svarað fyri seg, har ákærurnar vórðu tiknar fram sum sannleikar, ið Vestergaard skuldi prógva, hóast Vestergaard í hesi støðuni – fjølmiðlaetiskt – var offurið.
Tjóðveldisenninir á síðulinjuni, Ingolf S. Olsen og Tórbjørn Jacobsen løgdu ikki fingrarnar ímillum. Teir hildu einki um »slatur og sleyg og okkurt sum hoyrdist í havnargøtum« sum dokumentatión:
– Álvaratos, táið so ein, ið sigur seg vera útbúnan løgfrøðing, staðiliga heldur uppá, at ein landsstýrismaður skal út í almenna rúmið at prógva, at alt slatrið sum gongur um hann í skýmaskotunum er ósatt, so er onki at tosa um longur, skrivaði Tobbi á Facebook.
– Tað finnast jú fólk sum meira ella minni liva av at uppfinna sleygusøgur um politikarar og serstakliga um landsstýrismenn, sum sita við tí nógva valdinum. Her er onkur sum má taka sær betri partar fyri. Ella snýr alt seg nú bara um at vera ein fjølmiðlaskortur fyri einnhvønn prís? – skrivar Tobbi um formannin og krúnprinsessuna í Tjóðveldinum.