Tjóðveldisflokkurin dømdur at rinda fullu upphæddina fyri valstríðið til Team 85

TíÐindaskriv frá floksskrivstovu Tjóðveldisfloksins

Dómur er nú fallin í sakarmálinum, sum Team 85 reisti mótvegis Tjóðveldisflokkinum fyri kostnaðin av valstríðnum til løgtingsvalið 2002.
Tjóðveldisflokkurin hevði noktað at rindað fulla upphædd fyri lýsingarherferðina til løgtingsvalið 2002, tí flokkurin metti seg í fyrsta lagi at hava eina avtalu við lýsingafyritøk-una um ein fastan prís, og í øðrum lagi, at nógv umrødda lýsingin í Sosialinum valdagin, oyðilegði samlaða virðið á lýsingaátakinum.
Team 85 kravdi at fáa alla upphæddina, men hevði ikki sent rokning fyri lýsingina í Sosialinum valdagin.
Dómurin gevur Team 85 viðhald í, at Tjóðveldisflokkurin skal gjalda fulla upphædd fyri lýsingarherferðina - tó við undantaki av eini minni rokning fyri eitt telduprogramm, sum fyritøkan hevði kravt Tjóðveldisflokkin eftir.
Í fyrsta lagi heldur dómarin tað ikki verða prógvað, at avtalaður varð ein fastur prísur.
Í øðrum lagi vísur dómarin á, at Team 85 hevur ikki kravt gjald fyri umrøddu lýsingina, og at grundarlag er ikki fyri at halda, at lýsingin hevur havt við sær eitt mist virði ella tap, sum kann geva niðursettan prís ella endurgjald til Tjóðveldisflokkin.
Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum, Høgni Hoydal, harmast um dómin og hevur hesar viðmerkingar:
- Eg hevði vónað at vit fingu ein avsláttur í prísinum, tí vit halda okkum hava fingið eina sera ringa viðferð frá lýsingarfyritøkuni, og vit halda, at umrødda lýsingin hevur verið sera skaðilig fyri alt valstríðið og fyri flokkin. Men eg noyðist at taka dómin til
eftirtektar og ásanna, at løgfrøðin sigur nakað annað.
- Tað einasta eg kann fegnast um í hesum máli, er at málið nú er lýst til fulnar í einum dómi, og at vit við dóminum hava fingið eitt skjal sum greiðir frá allari gongdini við lýsingarátakinum og teirri nú so kendu lýsingini.
Tjóðveldisflokkurin hevur sett pening av til eitt møguligt tap í málinum og kann tí greiða sínar skyldur.