Tjóðveldisflokkurin og løgmaður hava misskilt sjálvsavgerðarrættin

Tjóðveldisflokkurin og løgmaður brúka sjálvsavgerðarrættin í eini ræðukampagnu móti sínum egna fólki.

 

Aftur og aftur verða vit dukað í høvdið, um vandan fyri at missa henda rætt, og at hann bara kann brúkast einaferð. Tí mugu vit eingi óráð taka fyri, siga tey. Tí bar ikki til at hava fólkaatkvøðu, siga tey sum undanførðslu Tí ber stutt sagt einki til í teirra hugaheimi, uttan so at tað far fylgjur fyri Føroyar fyri allar tíðir. Sjálvandi er hetta tvætl. Billa hesi sær inn, at tey kunnu gera av lagnu og skipanir fyri allar tíðir sjálvt fyri óføddar føroyingar, og at tey soleiðis ikki fara at hava møguleika at skipa síni viðurskifti? Sjálvt eftir, at hesir fundamentalistar, sum borðreiða við sovorðnum tvætli, hava ligið undir grønutorvu í hundrað ár? Hetta er valdsmisnýtsla og manipulatión av grovasta slag! Hvat skuldu vit brúkt fólkaræði og fólkavilja til, um teir høvdu rætt?


Fundamentalistar á Fólkating.

Føroyar hava sjálvsavgerðarrætt av fremsta slag, og hann kann ikki missast, uttan at tað fólkið ella tað landið, sum hava hann forfarast onkursvegna. Hetta tí, at vit fata okkum sjálvi sum eitt land og eitt fólk. Til ber at taka loysing, fara úr og uppí ymisk samveldi fleiri ferðir og enntá vera í hóslagi við fleiri í senn, undir einari grundlóg ella hvør síni grundlóg.

Hevði samgongan brúkt líka nógva tíð og orku at gera tað liviligt fyri øll í Føroyum, eisini tey, sum hava hjálp fyri neyðini, kundu vit skírt tey national.

Verða tað sovorðnar fundamentalistiskar røddir, sum fara at umboða okkum á fólkatingi, verða møguleikarnir hjá Føroyum skerdir samsvarandi teirra skerdu hugsjón og politisku ómegd.

Eitt javnaðarumboð fer á Fólkating at finna tað møguliga og ikki dyrka tað ómøguliga.