Teir flestu føroyingar eru samdir við Tjóðveldisflokkinum um, at tað líkist ongum við teimum persónligu stríðsmálunum. Men hvør er orsøkin til persónsmálini? Jú, Tjóðveldisflokkurin!
Samgongan var ikki meiri enn skipað, tá løgtingsmaðurin Torbjørn Jacobsen setti fram so grovar skuldsetingar ímóti Anfinni Kalsberg fyri at hava havt ov langar fingrar í 80-unum, at var tað í einum øðrum landi, hevði løgmaður stevnt, og sagt upp samstarvið við Tjóðveldisflokkin.
Størsta og syrgiligasta persónsmálið í langa tíð tók seg upp, tá braneggjaði landsstýrismaðurin í mentamálum setti ein dana fram um ein føroying í starv sum landsantikvarur. Hetta málið hevur avgjørt ikki verið til heiðurs fyri Tjóðveldisflokkin og hesum kann flokkur og formaður takka sær sjálvum fyri. Sum málið leið, gjørdist alt sjónskari, at málið varð stýrt úr erva - frá formanninum. Tað sama siga tey tjóðveldisfólk, sum ikki eru í hallujakórinum - sum ikki eru heilt paralyserað.
Hetta málið hevði ikki meira enn lagt seg, tá ein annar landsstýrismaður hjá Tjóðveldisflokkinum hirdi eina sjónvarpskvinnu á dyr, tí tað hóvaði honum ikki at tosa við hana. Hetta man vera eindømi í tí fólkaræðiliga og siviliseraða Vesturheiminum. So grovt, at sjónvarpsstjórin mátti senda eitt mótmælisskriv til floksformannin!
Omaná tað heila kemur floksformaðurin við útspillingum ímóti fjølmiðlunum fyri at lýsa mál einoygt. Men so leingi sum ein partur - í hesum føri formaðurin í Tjóðveldisflokkinum - ikki vil úttala seg, tá tað m.a. snýr seg um persónsmál, verður eitt mál lýst heldur einoygt. So hetta er aftur eitt sjálvmál.
Tað er skilligt, at flokstingið er ónøgt, tí nærum einki hendir á sjálvstýrisleið. Tær yvirtøkur, sum eru framdar, hava landsstýrismenn úr Fólkaflokkinum skipað fyri. Tann nýggi "yvirtøkuleisturin" minnir ikki sørt um tey sjónarmið, sum ein landsstýrismaðurin úr Fólkaflokkinum legði fram fyri einum ári síðani. Tjóðveldisumboðini hava lítið og einki fingið av skafti, tá tað snýr seg um yvirtøkur. Tí er tað ikki so løgið, at flokstingið ótolnast.
Tí kann aftur staðfestast, at einum parti floksins hóvar best at rumbla. Teir landsstýrismenn hjá flokkinum, sum hava megnað at loyst okkurt út lagdi, vórðu - um ikki frystir - so køldir út undan og á seinasta vali. Tí liggur flokkurin ídag sum hann hevur reitt! -Rannsakandi floksing, skrivar Dimma. Men sjálvrannsakanin tykist ikki djúptøkin!