Á fjórða evnisdegum hjá Tjóðveldisflokkinum undir heitinum »Kom og ávirka« var útbúgvingarpolitikkur og økismenningarpolitikkur á breddanum
Við yvirskriftunum:
" Einar vitanarfremjandi Føroyar
" Einar økismennandi Føroyar
var evnisdagurin hildin í Ungmannafelagshúsinum Virkinum á Sandi. Stevnumið floksins hava á hesum evnisdøgum verið viðgjørd, við grundarlagi í innleggum, kjaki og bólkaarbeiði.
Tingfólkini Hergeir Nielsen og Heidi Petersen løgdu fram stevnumið floksins á økinum.
Marita Rasmussen, samskipari í Vinnuhúsinum, legði fram boð uppá, hvussu hægri útbúgving og gransking skal umskipast í Føroyum, um Føroyar skulu gerast kappingarførar í altjóða samfelagnum.
Annlis Bjarkhamar hevði eina framløgu, har hon mælti til umfatandi broytingar í fólkaskúlanum og í føroyskum skúlaskapi sum heild.
Olga Biskopsstø hevði síðani innlegg um útoyggjamenning og nýggjar ætlanir fyri útjaðaran í Føroyum.
Eftir orðaskifti og bólkaarbeiði, var greiða niðurstøðan, at Tjóðveldisflokkurin skal bróta heilt upp úr nýggjum innan økismenning, útbúgving og gransking:
Politikkurin á hesum økjum hevur higartil í alt ov stóran mun verið bygdur á heimastýrishugsan og eitt stríð millum løgtingspolitikarar um at veita pening til bygningar, asfalt og betong.
Nú skulu orðast greið mál fyri, hvussu útbúgving, gransking og økismenning skulu mennast í teimum frælsu Føroyum. Skúlar, gransking og økini kring landið, skulu ikki verða heft at olmussum og tilvildarligum avgerðum á løgtingi, men skulu hava møguleikar og fortreytir at menna seg á egnum beinum og at draga pening, fólk og íløgur til sín.
Millum annað komu hesi uppskot fram frá fundarfólkinum:
" Stættarmunurin í Føroyum økist í hvørjum serliga millum fólk í útjaðaranum og í miðstaðarøkinum og tí skulu útjavningarskipanir setast í verk beinanvegin.
" Størri kommunur kring alt landið skulu hava rásarúm at bjóða framkomnar bústaðarmøguleikar, barnaansing, eldrarøkt, fjølbroyttar skúlar og mentanartilboð til tess at fáa útbúgvið fólk heimaftur til Føroya og stimbra íverksetarum at skapa nýtt í øllum økjum í Føroyum.
" Endamálini fyri fólkaskúlar, miðnámsskúlar og Fróðskaparsetrið skulu orðast heilt av nýggjum í mun til altjóða avbjóðingarnar.
" Alt undirvísingartilfar í fólkaskúlanum skal verða føroyskt.
" Játtanirnar til útbúgving og gransking skulu økjast munandi beinanvegin