Tjóðveldisflokkurin tekur 9.000 gíslar

Tá nývalda landsstýriskvinnan í almanna & heilsumálum, Helena Dam á Neystabø, setti sær sum ein av fyrstu málsetningum sínum at betra um livikorini hjá pensionistunum, bleiv hetta móttikið við undran og mistrúgv.

Alt meðan pensiónistarnir í mong ár bert høvdu kent fíggjarligan sviða og niðurgongd, vegna líkasælu frá landsstýrisfólkunum í Almanna- og Heilsumálum, mannað við fólki úr flokkunum, hvørs tilverugrundarlag m.a. sigst byggja á umsorgan teirra fyri teimum veiku í samfelagnum. Hvussu skuldi ein landsstýriskvinna úr Sjálvstýrisflokkinum tá megnað at náa ítøkiligum úrslitum.

Tá nývalda landsstýriskvinnan í almanna & heilsumálum, Helena Dam á Neystabø, setti sær sum ein av fyrstu málsetningum sínum at betra um livikorini hjá pensionistunum, bleiv hetta móttikið við undran og mistrúgv.

Alt meðan pensiónistarnir í mong ár bert høvdu kent fíggjarligan sviða og niðurgongd, vegna líkasælu frá landsstýrisfólkunum í Almanna- og Heilsumálum, mannað við fólki úr flokkunum, hvørs tilverugrundarlag m.a. sigst byggja á umsorgan teirra fyri teimum veiku í samfelagnum. Hvussu skuldi ein landsstýriskvinna úr Sjálvstýrisflokkinum tá megnað at náa ítøkiligum úrslitum.

Íðin hevur H.D. á Neystabø tó endurtikið málsetningin og birt vón hjá mongum um heldur sámiligari liviumstøður.

Væl vistu vit, at hetta vildi falla mongum Javnaðar- og Tjóðveldispolitikara tungt fyri bróstið at sosialliberali Sjálvstýrisflokkurin skuldi megna at fáa kr. og oyru á borið og ikki bert, sum sokallaðu vinstrihallu flokkarnir nýta tey veikastu sum valagn. Hetta var jú partur av sjálvum tilverugrundarlagnum hjá hesum flokkum, sum hvarv úr eygsjón um pensionistarnir veruliga fingu tað betur.

At politikkur ikki altíð er tespiligur vita vit, men eitt minstamark av anstendigheit eiga veljarnir tó at kunna krevja.

Soleiðis vardi tað at neyvan nakran, at Páll á Reynatúgvu og Finnur Helmsdal væl stuðlaðir av andstøðu skuldu vísa seg at vera púra blottaðir fyri anstendigheit og heilt uttan samhuga við teimum veikastu í samfelagnum, soleiðis at teir uttan at himprast vildu taka hesi sum gíslar, til tess at vinna Sjálvstýrisflokkinum politiskar sneisir í berum hevndarhuga, tí Helena Dam á Neystabø hevði megnað at gjørt orð til veruleika.

At hesin politiski leikur eisini skyldast kleyvarskap og soleiðis tilætlaður at káva útyvir politiska ódugnaligheit er víst, men vísir eisini, hvussu lítlir hesir menn í veruleikanum eru.

Tann 10. mai 1999 samtykti tingið eisini P. á Reynatúgvu og Finnur Helmsdal, nýggju pensiónslógina. Hendan lóg er einfaldari og í førum rættvísari enn gamla lógin.

Tað er tó rímuligt, at hjá teimum, sum missa, kann verða trupult at sanna lógarinnar rættvísi, men samanumtikið tryggjar lógin teimum, ið mest treingja.

Sum kunnugt er pensiónslógin í tveimum 1. sjálv pensiónslógin, sum ásetur, hvør kann fáa pensión, og hvussu pensiónin verður útgoldin og 2. ásetingarlógin, ið ásetur upphæddirnar til tær ymsu pensiónirnar.

Undir viðgerðini av ásetingarlógini í trivnaðarnevndini tykjast F. Helmsdal og P. á Reynatúgvu at kvaklast við og varnast, at teir ikki hava hóming av, hvussu pensiónslógin, sum teir samtyktu 10. mai er háttað.

Politikarar úr somu flokkum sum hava til vana at leika í, um pensiónirnar fyri januar ikki verða goldnar út áðrenn jól, snúgva sær nú 180 stig.

Til tess at káva útyvir vantandi politiskt medvit og líkasælu í hesum álvarsmáli, verður valt at seinka viðgerðini í trivnaðarnevndini so tilpass leingi, at teir eru vísir í at pensiónirnar ikki verða útgoldnar áðrenn jól, til tess at Helena Dam á Neystabø skal standa eftir við avleiðingunum og ábyrgdini.

Lat meg gera tað púra greitt, at tað fyrst og fremst eru tey fíggjarligu veikastu í samfelagnum, sum fingu/fáa avleiðingarnar.

Somuleiðis skal ein forsikra Tjóðveldisflokkinum, at Sjálvstýrisflokkurin frammum teir er førur fyri og hevur viljan til at taka ábyrgd. Sjálvstýrisflokkurin ætlar sær ikki, sum Tjóðveldisflokkurin, bert at nýta pensiónistarnar sum orðaskvaldur í innantómum vallyftum, men fer framhaldandi ábyrgdarfullur at arbeiða fyri at tryggja umstøðurnar hjá teimum veiku í samfelagnum.

Hvørt tað arbeiðið kemur at halda áfram í verandi samgongu er ógvuliga ivasamt, men skal tann spurningurin ikki takast til umrøðu her. Spennandi er tó, um løgmaður fyri einaferð skuld torir at vísa seg sum ein rættur maður og seta samgongufelagarnar upp á pláss, ella um hann framhaldandi fer at sita, sum pynt við róður samgongunnar, sum nevsligin lundi á jólanátt. Politiska viðferðin, sum hetta mál hevur fingið frá samgongufeløgum er besta trygd fyri, at samgonguni ikki verður lív lagað, um henda er ætlað sum fordømið fyri samstarvinum.

Tey sum fáast við politikk eiga at ásanna, at tey kunnu verða politiskt ósamd hetta millum samgongu og andstøðu, flokkanna millum í samgonguni, ja eisini innanhýsis í flokkunum, men hesi fólk eiga fyrst og fremst at halda sær fyri at tey eru fólksins umboð, vald við tí áliti, at tey sum frægast vilja arbeiða fyri fólksins besta.


Jan A. Joensen form. Norðoya Sjálvstýrisfelag