Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður
Við sínum nýggja skúlaakrobatiska sirkusnummari hevur nýklækti formaðurin fyri tingbólkin hjá Tjóðveldisflokkinum Tórbjørn Jacobsen lopið alt upp í varg, í sínum egna flokki og aðrastaðni við. Útvarpið hevur so eisini dúgliga undirhildið okkum onnur undrandi frá hesum tjóðveldisliga glantrileiki.
M.a. mælir Tórbjørn Jacobsen til at støðga byggingini av nýggja Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna, sum annars verður klárt at bjóða út nú um nakrar fáar vikur. Og Fiskivinnuskúlin skal sambært hesum eina av formonnum Tjóðveldisfloksins flytast úr Vestmanna og útbúgvingin í staðin leggjast sum ein grein í miðnámsskúlanum í Kambsdali.
Henda hugsanin, at Fiskivinnuskúlin uttan trupulleikar kann leggjast sum ein linja á øðrum gymnasialum útbúgvingum, er høpisleys, og er einans grundað á manglandi vitan um Fiskivinnuskúlan.
Hóast tað onki hevur við mítt málsøki í landsstýrinum at gera, loyvi eg mær at skriva hesi fáu orð, tí eg standi Fiskivinnuskúlanum nær. Eg var sjálvur tímalærari har tey fyrstu 8 árini, og havi fylgt ógviligi væl við menningin av skúlanum øll árini. Og kenni eisini væl til allar tær forðingar, hann hevur havt at stríðast ímóti - ikki minst ósakligar forðingar frá óvitandi politikarum
Útbúgvingarnar á Fiskivinnuskúlanum eru skipaðar øðrvísi enn á øðrum miðnámsskúlum. Á skúlanum eru tvinnar breytir eina fiskavirkis- og eina alibreyt. Næmingarnir fáa undirvísing burturav í yrkislærugreinum innan fiskavirkis- og alivinnuna tveir dagar um vikuna bæði í støðisárinum (1. árinum) og í tí 3. skúlaárinum. Harafturat eru lærugreinir í útbúgvingini, sum eru vendar móti vinnuni, sum t.d. smáverulívfrøði og matvøruframleiðslulæra.
Sum einasti miðnámsskúli í landinum hevur Fiskivinnuskúlin samskipað yrkisgymnasialar og yrkisútbúgvingar (lærlingaútbúgvingar) innan fiskavirking og aling í somu útbúgvingarskipan. Lærlingarnir ganga støðisárið saman við yrkisgymnasialu næmingunum. 2. árið eru teir í læru og 3. árið eru teir í skúla 2 dagar um vikuna (saman við teimum yrkisgymnasialu), meðan teir eru á læruplássinum hinar tríggjar dagarnar.
Henda skipan finst ikki á hinum miðnámsskúlunum !
Av tí at útbúgvingarnar eru samskipaðar, kostar tað ikki eina krónu at útbúgva lærlingar.
Útbúgvingarnar á Fiskivinnuskúlanum geva beinleiðis førleika til størv í vinnuni. Næmingarnir á skúlanum eru vanliga eldri enn á øðrum skúlum, og teir søkja inn á skúlan, tí teir ynskja sær eina førleikagevandi útbúgving. Ein kanning, sum varð gjørd í desember 2005, vísir, at sløk helvtin av næmingunum fer beinleiðis í starv í vinnuni, og av hesum fara tey flestu í leiðandi størv. Hesi starvast sum virkisleiðarar, góðskuleiðarar, arbeiðsformenn, fabriksformenn á trolarum og innan aling og fiskasølu. Men tað ein ein styrki við útbúgvingini, at summir næmingar kunnu velja sær heilt aðra lívsleið, sum t.d. at útbúgva seg til lærara, sjúkrasystir ella taka hægri útbúgvingar.
Fiskivinnuskúlin er eisini klárur at fara undir heilt nýggjar lærlingaútbúgvingar, sum eru skipaðar eftir leistinum omanfyri. M.a. um yrkisútbúgving innan fiskireiðskap serliga trol og nót. Leiðandi fólk úr vinnuni hava sagt skúlanum frá, at teir vilja fegnir hava gongd á nýggju útbúgvingina nú í summar. Og leiðandi fólk innan landbúnaðarvinnuna hava somuleiðis boðað Fiskivinnuskúlanum frá, at tey fegin viljað hava skipað eina lærlingaútbúgving innan landbúnað á Fiskivinnuskúlanum, so tey, sum skulu festa komandi árini, kunnu lúka nøkur førleikakrøv.
Einhvør eigur út frá hesum at skilja hvussu høpisleys henda hugsanin hjá Tórbirni Jacobsen er, at morla alla hesa útbúgvingarskipanina sundur og kroysta hana niður í eina linju í studenta- og handilsskúlanum í Kambsdali ella kanska niður í onkran tekniska skúla aðrastaðni í landinum, sum onnur onkuntíð møsna um.
Nú verður skjótt farið undir at byggja nýggja Fiskivinnuskúlan í Vestmanna. Tað er bæði átroðkandi og alneyðugt, meir enn nakrantíð. Hesar ætlanir hava longi verið ávegis, og tað er at frøðast um, at tað nú verður veruleiki burturúr at tá hetta samgonguskeiðið er komið til enda, tá stendur ein nýggjur og prýðiligur Fiskivinnuskúli inni á Fjørð í Vestmanna.