Útjaðarabólkur mønusting

-Atkvøðugreiðslan um at lata oljuvirksemi ganga út frá Suðuroynni er mønustingurin fyri útjaðarabólkin.

Framferðin í hesum máli hevur víst, at teir, sum annars náttúrliga skuldu stuðla útjaðaranum, eitt nú Jógvan við Keldu í Klaksvík og vágatingmenninir, í veruleikanum hava avlívað útjaðarabólkin sigur ein sera vónsvikin Henrik Old, sum er nærum púra málleysur, nú tað enn einaferð eydnaðist at stinga Suðuroynna í ryggin. Og tað heldur Henrik Old, at Jógvan við Keldu fyrst og fremst hevur gjørt við ikki sjálvur at vera í tinginum, tá hetta fyri Suðuroynna stóra mál varð viðgjørt og síðani við at seta annan mann fyri seg, sum atkvøður ímóti Suðuroynni. -Við at stinga hælan millum beinini stingur Jógvan við Keldu eisini Suðuroynna og alla útjaðaraætlanina í ryggin leggur Henrik Old aftrat.

Hann vísir á, at hetta er einki eindømi og sipar her til viðferðina, sum samgonguumboðini í útjaðarabólkinum hava givið Suðuroynni eitt nú í sjúkrahúsmálinum. Tá tað t.d. eydnaðist Jógvan við Keldu at fáa øll síni mál ígjøgnum aftur í tinginum viðvíkjandi sjúkrahúsi og autistaheimi í Klaksvík legði hann sektina á, hvat hendi við Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Henrik Old: -Nú vit vóru við til at fáa bæði flogvøll og keikant við í oljulógina herfyri, hevði eg eisini roknað við, at vágatingmenn fóru ikki at seta fót fyri hesum. Men heldur ikki har vísti tað seg at vera nakar dugur í útjaðarabólkinum.

Hann skilur annars ikki, at optiónin skuldi fella á tingi. Harvið hevur man givið skarvin yvir mótvegis oljufeløgunum. -Okkara áskoðan hevur verið hon, at fer tú upp í eina oljuvinnu, so er tað fyri, at Føroya fólk skal fáa sum frægast burtur úr. Tað stendur greitt fyri mær, at tað er kapitalurin, sum her hevur sigrað, og tað sást eisini so týðuliga undir viðgerðini av málinum sigur javnaðartingmaðurin.