Tjaldur í botni

StÍF var greitt omaná, tá Tjaldur vitjaði sunnudagin

Hondbóltur

Tvey av liðunum, sum á pappírinum tykjast vera í veikara endanum av kvinnudeildini hittust á Skála sunnudan, tá Tjaldur vitjaði StÍF.
Fyrsta umfarið høvdu tey bæði verið fyri greiðum tapi, og hjá Tjaldri gjørdist talan í so máta um eina endurtøku sunnudagin.
Heilt so greitt, sum tað var móti Stjørnuni, gjørdist tapið tó ikki, men tað var sjáldan ivi um, at StÍF var sterkara liðið.
Fyrsta korterið ella har á leið var tað tó Tjaldur, sum hevði leiðsluna, men so skjótt strandakvinnurnar fóru at máa av hesari tóktist greitt, hvønn vegin tað fór at bera.
Og eftir steðgin settu tær á heimaliðnum so alt upp á pláss. Seks mál á rað í átta minuttir beindu allan sum helst iva til viks, og so kduni tað gera tað sama, at Tjaldur royndi at pynta eitt sindur um seinastu 20 minuttirnar. Stigini fóru í øllum førum ikki nakran veg.

Líta frameftir
Tað eru bara tvey ár síðani, at StÍF vann bronsuna í kvinnudeildini, men hóast hetta, so tykjast heiðursmerki ikki at vera tað, sum tey tosa um í løtuni.
Við Burcea Abela í málinum sum einasta útlendingi er málið heldur at byggja eitt nýtt lið upp, og einki er at ivast í, at tilfarið í ein stóran mun er til staðar. Ikki minst tykist Rebbekka ? við tí so væl kenda eftirnavninum, Justinussen ? at vera ein leikari, sum kann gera nógv um seg komandi tíðina, men eisini aðrar á liðnum hava áður prógvað, at tær væl kunnu standa seg.
Hjá Tjaldrinum tykist talan hinvegin ikki at skula gerast um nógv annað, enn eitt stríð fyri at sleppa undan botnplássinum. Spakuliga eru nøkur nýggj nøvn tó í ferð við at troka seg inn á liðið, og fáa hesar tíð at mennast, so kann eisini væl vera, at Tjaldur í framtíðini fer at hava eitt orð at siga í føroyskum kvinnuhondbólti.

Fakta um dystin
StÍF-Tjaldur 31-25 (13-10)
Málskjúttar
StÍF: Rebekka Justinussen 7, Poula Olsen 7, Sunfríð B. Jacobsen 6, Anna B. Danielsen 4, Paula Høgnesen 4(2), Malan Petersen 3
Tjaldur: Vesna Tomajek 8(1), Kristine Ellingsgaard 6, Mona Langgaard 4, Hansa Mikkelsen 2, Kirstin Jacobsen 2, Heidi Heinesen 2, Julianna Rasmussen 1
Brotskøst: StÍF 3, tjaldur 1
Útvísingar: StÍF 4, Tjaldur 6
Dómarar: Hannis Wardum & Uni Wardum.