Tjaldur-H71
30-29 (14-12)
Leygardagin var seinasta botnuppgerðin hesu megin nýggjár leikt, og endin gjørdist at Tjaldur smoygdi sær upp á triðaftasta plássið í kappingini, soleiðis at teir nú hava fingið eitt sindur av luft niður til kollfirðingar á niðasta plássinum.
Mundi gloppið
Tað var tó ikki fyrr enn í seinastu minuttunum, at Tjaldur kundi tryggja sær stigini, og framman undan høvdu áskoðararnir verið vitni til ein sera spennandi dyst, har dramatikkurin var í hásæti, meðan skipaða hondbóltsspælið kanska ikki kom so væl til sín rætt.
Tjaldur var annars á odda frá fyrsta til seinasta bríksl, men hóast teir onkuntíð fingu økt um munin, so megnaðu hoyvíkingarnir alla tíðina at svara aftur.
Móti endanum megnaðu runavíkingarnar enn einaferð at slíta seg eitt sindur leysar, men hóast teir eitt skifti førdu 28-24, so var tað um reppið, at hoyvíkingar snýttu teir fyri sigrinum.
Soleiðis skuldi tó ikki verða, og leikararnir kundu saman við áskoðarunum fegnast um enn tvey kærkomin stig.
Tilfar til meira
Tjaldur hevur nú vunnið sær 6 stig higartil í ár, og hóast tað ikki er líkt til, at teir skulu nerta tey 4 ovastu liðini, so er lítið at ivast í, at runavíkingar eru fegnir um, at tað nú er líkt til, at liðið megnar at bíta seg fast í ovastu deildini.
Verður hugt at leikaratilfarinum, átti heldur ikki at verið nakað sum helst ivamál um, at Tjaldur hoyrir heima í fremstu røð í føroyskum hondbólti.
Fleiri góðir individualistar eru á liðnum, men hinvegin hevur tað kanska mangla eitt sindur í kollektivinum.
Serliga verður her hugsað um verjupartin, har tjaldursmenn aloftast sýnast at vera sera óskipaðir, eins og tað ofta hevur halta kropsliga, við tað at fleiri dystir eru mistir á gólvið seinasta løtuna av dystunum.
Megna runavíkingar at hava sama fólk, eins og nýbyrjaða ungdómsarbeiði helst skuldi borið ávøkst um nøkur, so er lítið at ivast í, at Tjaldur fer at vera við at mynda føroyskan hondbólt langt inn í komandi øld.
Fyri fyrst mugu teir tó sláa seg til tols við, at tað her og nú ræður um at halda ein ávísan likamspart yvir vatnskorpuni.
Byrja av nýggjum
Áðrenn kappingarársbyrjan skrivaðu vit, at Hoyvíkingar nú mugu byrja av nýggjum, við tað at so nogvar av berandi kreftunum frá undanfarnu árum eru burtur.
Liðið er eisini nógv umskipað í mun til seinastu kappingarárini, og enn hevur so ikki bragdað nakað serligt hjá hoyvíkingunum.
Verður hugt at teimum leikarum, sum ikki eru á liðnum, sammett við seinasta ár, verður tú skjótt greiður yvir, at talan er um eina rættuliga kollvelting, sum er farin fram.
Á liðnum eru tó fleiri ungir og evnaríkir leikarar, og megna hesir at útvikla seg enn meira, eiga teir ivaleyst at kunna taka okkurt óvæntað stig í kappingini.
Higartil hevur hetta tó ikki eydnast, hóast teir hava verið nær við onkran dystin. Mundi og kundi hjálpir tó ikki nógv, og í H71 mugu teir bara ásanna, at teir verða noyddir at arbeiða nógv harðari, um so er at teir skulu gera nakað sum helst við ovaru liðni.
Enn hava teir tó, eins og Tjaldur, megnað at hildið kollfirðingum niðanfyri sær, og má hetta ivaleyst eisini verða arbeiðssetningurin, tað sum eftir er av kappingarárinum.
Dysturin í tølum:
Tjaldur: Súni F. Johannesen 7 (3), Elias Hansen 7, Sverri Justinussen 5, Mortan Hansen 5, Kári Hansen 3, Tummas Magnussen 2, Arnfinn Langgaard 1
H71: Halgir D. Olesen 8, Bárður Brimvík 4, Jákup á Borg 4, Annfinn Debes 3, Allan Mørkøre 3 (2), Rene D. Olesen 3 (1), Tróndur Vatnhamar 3, Eyðun Højgaard 1
Brotskøst: Tjaldur 3, H71 5
Utvísingar: Tjaldur 3, H71 3
Burturvísing: H71 1
Dómarar: Hanus Kúrberg og Hans Thomassen