Tjaldur møtti ikki í Vági

Fjórðingsfinalan í Vági millum VB og Tjaldur bleiv av ongum, tí at Tjaldur møtti ikki.

Vágskvinnnur fingu onga dystarvenjing farna vikuskifti. Fjórðingsfinalan, ið tær skuldu leika á heimavølli móti Tjaldur, bleiv av ongum, tí at gestirnir møttu ikki.
Bogi Mortensen frá VB sigur, at Tjaldur boðaði frá undan dystinum, at tær ikki komu suður, so tað var ikki soleiðis, at VB- leikararnir stóðu íhøllini og bíðaðu eftir mótstøðuliðnum.
Hinvegin kenna tey seg í Vági ikki sum vinnarar, tí felagið hevur mist fitt av peningi, tí at dysturin ikki bleiv leiktur. Vanliga er fitt av fólki til heimadystirnar hjá VB, og Bogi Mortensen metir, at inntøkurmissurin hjá VB liggur um einar 5-6000 krónur, og tað er nógvir pengar hjá Vágs Bóltfelag, sigur hann.