Tjaldur tók tað róligt

Fyri steðgin hevði Tjaldur annars hótt við, at talan skuldi verða um veruligan stórsigur.

Fyrsta korterið av seinna hálvleiki slapp VÍFtó veruliga upp í part. Tær kvettu nógv av leiðsluni hjá vertunum, men spennandi gjørdist tað ongantíð, og so kundi Tjaldur við einum góðum endaspurti seta tingini upp á pláss.

 

Fyri Tjaldur skeyt Adina Petrea 14 mál. Liljan Djurhuus skeyt 6 av málunum hjá VÍF.

 

Tjaldur-VÍF 37-25 (21-9)