Hondbóltur ? menn
Hóast VÍF vóru stórfavorittar at vinna dystin móti Tjaldrinum, so fingu meistararnir loyvi at stríðast fyri sigrinum, tá teir vitjaðu sunnudagin.
Serstakliga at byrja við hevði heimaliðið veruligt tak á gestunum, men hóast VÍF eftir hetta helt leiðsluna allan vegin á mál, so var tað ongan tíð soleiðis, at teir fingu skrykt seg veruliga leysar av mótstøðuni. Fyri tað mestu vóru bert eitt til tvey mál á muni, og høvdu runavíkingar verið eitt sindur dugnaligari frá sjey-metra strikuni, so var myndin kanska ein heilt onnur.
Tað gjørdist tó ikki meira enn næstan hjá runavíkingunum, men hetta vóru helst heldur ikki tey stigini, sum teir høvdu roknað mest við at vinna.
Hjá vestmenningum merktu stigini hinvegin, at kósin frá grundspælinum framhaldandi stendur, og tó at avrikini langt frá hava verið eins sannførandi hvørja ferð, so er tað ein sonn dygd, at liðið kortini fær stigini heim mest sum hvørja ferð.
Mikudagin verða teir tó helst noyddir at geva seg nakað meira, tá útisetti oddadysturin frá grundspælinum er á skránni. Kanska ikki ein dystur, sum beinleiðis avgerð meistaraheitið, men sálarliga kann tað helst fáa sera stóran týdning, hvør verður sigursharrin í hesum dystinum.
Dysturin í tølum
Tjaldur-VÍF 25-28 (12-16)
Málskjúttar:
Tjaldur: Hartvig Joensern 6(1), Dragisa Stojovic 5, Ken Bærendsen 4, Sverri Justinussen 4, Zoran Sarcevic 2, Jens Martin Knudsen 2, Mortan HAnsen 2
VÍF: Áki Olsen 6(1), Agnar Joensen 5, Ingi Olsen 5(1), Harald Bjørgvin 4, Piti Negru 4(1), Daniel Rápa 2, Sámal Joensen 1(1), Petur F. Joensen 1