ÁTJANDI SEPTEMBER 1945: Terror- og skammardagur Føroya

Virgar T. Dalsgaard

Sum flestu tilkomin fólk vita, men langt frá allur okkara ungdómur, so er 18. september ein heilt serligur dagur í okkara nýggjastu søgu - (nýggj" søga er fyri seriøsar søgumenn alt, sum er yngri enn eina øld!) Sunnudagin í hesum vikuskifti eru farin eksakt trýss ár síðani, at vitleysir politiskir terroristar royndu at spreingja okkara parlament  Løgtingshúsið  í smæsta smildur!
Bumban brast stutt niðanfyri fundarhøli javnaðarmanna! Hetta hendi stutt eftir, at Petur Mohr Dam og aðrir leiðandi javnaðarmenn høvdu sitið í fundarhølinum og arbeitt. Tað var eitt Guds undur, at eingin mannskaði hendi.!
Menn hildu ein lítlan arbeiðssteðg, har teir vóru farnir niðan í snikkarastovu at fáa sær ein drekkamunn, rindaðu møðina eina løtu og ætlaðu sær skjótt omanaftur í løgtingið at arbeiða, men meðan teir sótu til borðs, brast bumban og skakaði alt grannalagið í miðbýnum!
Tingakrossur, Dimmalætting og Sosialurin vóru øll meira og minni samd um, at so uppøstur og ógvisligur sum politiski terror-stemningurin varð blivin í sambandi við tey hatsku álopini á Danmark og føroysk samríkisfólk, var valla ivi um, at hetta var ein attentatroynd við týðiligum politiskum fullveldis-motivi! Hetta var um somu tíð sum loysingarpøbil meiggjaði út húsini hjá Louis Zachariassen, blaðstjóra Tingakrossar, nátt eftir nátt við fólkalorti og eyðmýkjandi invektivum, samstunds sum grovur telefoniskur terror móti Louis eisini var gerandiskostur!

Flaggað skuldi verðið
við hálvari stong á hvørjum ári
Løgtingsbumbingin er næstan fortrongd í Føroyum! Ja, hesin sjáldsama álvarsami tilburður er merkiliga nógv tagdur í hel av okkara søgufólki, og hann er heilt lopin um í okkara søgubókum. At burturtiga søgulig ýti er ikki nógv mætari enn at lúgva um tey! Effektin er stórt sæð tann sama!
Í øllum øðrum londum hevði dagurin fyri eitt terrorálop á sjálvt parlamentið ikki bara verið viðgjørdur í landsins søgubókum - hann hevði eisini verið markeraður sum nationalur sorgardagur, har flaggað varð í hálvari stong á øllum almennum bygningum; - harumframt hevði tilburðurin eisini verið umrøddur hvørt ár í landsins skúlum. Á arbeiðsplássum hevði 2 minuttirs tøgn fyri slíkan nationalan terrorist-ørskap eisini verið bæði rímuligt og hóskandi!
Latið ongantíð hesa andstyggiligu terrorist-gerð fara í gloymibókina! Latið hvørt einasta føroyskt mansbarn fáa alla terror-søguna, sum hon er. So mugu tey sjálvi hugsa og døma!
Sjálvt fólkaflokkurin kann í dag ikki hava nakað ímóti, at hesin terrordagur verður markeraður, tí allir teir steinøru loysingarmenninir, sum tá vóru í fólkaflokkinum, fóru stutt eftir yvir í nýstovnaða tjóðveldisflokkin, sum síðani á loysingarøkinum hevur monopoliserað ørskapin og hýst næstan øllum teimum mest fanatisku rabulistunum. Eftir at tjóðveldisflokkurin varð stovnaður, gjørdist fólkaflokkurin næstan púra avlúsaður fyri politiskar fundamentalistar og annað órudd!
Brand-aktuella uppskot mítt til allar føroyskar parlamentarikarar við ábyrgdarkenslu er tí hetta: Góðu løgtingsmenn - taka tit demokratiið í álvara, so gott í tykkum, gerið okkum føroyingum 18. september til nationalan sorgardag, har demokratiskt-sinnaði hampafólk tigandi drýpa høvur og minnast! Hetta kann fáa uppvaksandi ættarlið at hugsa seg um, og erkenna, hvussu spinkult demokratiið er, og hvussu skaðilig politisk fanatisma, einoygd fundamentalisma og totaliterir tvangstankar kunnu vera. Tað er royndur lutur, at nationalistiskur hugburður fyrr ella seinni altíð førir til terror ella reina fascismu!
Men nú allur tann demokratiski Vesturheimurin roynir at brynja seg móti terrorismu, eiga vit ikki at lata ta terror-skomm sita á okkum, at vit framvegis seta hesa absurdu parentes um eina ta fúlastu politisku beistagerð í føroyskari søgu!