Útjavning ella Røktarheim – bæði sjálvandi

Viðmerking til grein hjá Heðin Mortensen »Røktarheim ella útjavning – ikki bæði«

Loksins er ein arbeiðsbólkur settur at gera eina útjavningarskipan fyri kommunurnar í Føroyum. Sum skilst er hesin bólkur komin væl ávegis við einari kommunalari útjavningarskipan, sum á ein rættvísari hátt skal býta ríkidømi landsins.

Men sambært borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu skal hetta arbeiði nú steðgast, annars verður einki røktarheim bygt í Tórshavn. Pensjónisturin í høvuðsstaðnum er tikin gísil fyri at steðga arbeiðnum hjá bólkinum, ið skal koma við tilmæli um eina nýggja kommunala skipan.

Flestu kommunur í landinum hava seinastu árini bygt búpláss til eldri uttan stórvegis hóvasták. Til dømis kann eg nevna mína egnu kommunu, sum í 2006 fíggjaði 22 milliónir kr. av nýggja røktarheiminum á Mørkini. Hetta var uml 50% av samlaðu álíkningini hjá kommununi. Lutfalsliga hevði hetta svarað til, at Tórshavnar kommuna lat 300 mlliónir kr. til røktarheimsbygging.

Í hesum døgum hevur Rósa Samuelsen eisini boðað frá, at stuðulin úr landskassanum verður hækkaður úr 500.000 kr upp í 700.000 fyri hvørt røktarheimspláss. Tórshavnar Kommuna fær sostatt betur fyritreytir at byggja røktarheim, enn aðrar kommunur hava havt. At tey eldru við tørvi á røktarbúplássum framvegis liggja óhjálpin í Tórshavnar kommunu kemst einans av skeivari politiskari raðfesting í kommununi.

Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu rópar neyðarróp, tí kommunan nú skal lata góðar 40 milliónir til kommunala útjavning. Hetta er ikki stórt meir enn árliga inntøkan hjá Tórshavnar havn. At brúka vánaligu støðuna á eldraøkinum í Tórshavnar kommunu sum undaførslu at steðga einari útjavningarskipan er ikki serliga virðiligt. Vælsignaði Heðin læt nú henda bólkin fáa arbeiðsfrið, og lat hann koma við sínum tilmælum.

Búskaparstøðan í landinum er sum heild ikki góð, og serliga meint raktar eru kommunur, hvørs inntøkur í stóran mun stava frá fiskivinnuni. Tí kenst tað hjá flestu kommunum troyttandi at hoyra hetti grenjið úr høvuðstaðnum, samstundis má tað eisini verða hugstoytt hjá teimum eldru í Tórshavn at kenna seg sum gíslar í hesum máli.

Nú er ikki stundin at grenja, trupla støðan í landinum krevur meira enn nakrantíð samhaldsfesti og brøðralag.

So Heðin, ikki javning ella røktarheim, men javning og røktarheim.