Samrøða
Hvussu nógvir ungdómar høvdu í dag farið á Suðurpólin at arbeitt og búð í tjaldi á ísinum fyri at tjent sær pening til sína útbúgving?
Tað gjørdi klaksvíkingurin og stýrimaðurin, Julian Vágstún, sum í dag er 77 ára gamalur.
Vit skrúva tíðina aftur til fyrru helvt av fimmtiárunum, tá ið Julian sum stívliga 20 ára gamal er við norskum kópafangarum, sum sláa kóp uppi í Íshavinum og við Grønlands strendur.
Á Suðurpólin
- Eg hevði tikið setskipara ella breiddina, sum tað tá varð rópt, í Klaksvík, og nú vildi eg tjena mær pening, so eg eisini kundi taka longdina. Í eini 2-3 ár hevði eg siglt við norðmonnum, og tað var ein norskur vinmaður hjá mær, sum spurdi, um eg hevði hug at koma við til Suðurpólin. Vinmaðurin skuldi við á hesa forvitnisligu ferð, og eg helt, at hetta ljóðaði áhugavert.
Tvey skip skuldu nevniliga úr Noregi við kós móti Suðurpólinum, har uppgávan hjá teimum var at seta eina støð upp á ísinum til meteorologar, sum skuldu arbeiða har suðuri í nøkur ár.
Tað eydnaðist Juliani at sleppa við øðrum av skipunum, sum skuldu á hesa longu ferð.
- Vit lógu við kópafangaranum, sum eg júst hevði verið við, í Ålesund og skipið, sum skuldi føra okkum til Suðurpólin, lá í Oslo. Vit lógu nakrar dagar í norska høvuðsstaðnum, har støðin, sum skuldi setast upp á Suðurpólinum, skuldi skipast umborð saman við sletum, traktorum og øðrum, sum skuldi brúkast í arbeiðnum har suðuri.
Sigldu í 5-6 vikur
Tann 10. november loystu skipini úr Noregi, og umborð á tí minna var ungi klaksvíkingurin, Julian Vágstún.
- Ætlanin var, at skipini skuldu fylgjast suðureftir, og tað gjørdu vit so nøkulunda.
Julian sigur, at ferðin suðuryvir gekk væl, og skipini vóru frammi sjálvan nýggjáraftan; tá hevði ferðin vart einar 5-6 vikur.
- Við skipunum vóru arbeiðsmenn og meteorologar, sum skuldu arbeiða har suðuri á ísinum. Aftrat støðini, sum varð smíðað liðug í Noregi, men skuldi setast upp har suðuri, vóru eisini stórar sletur og traktorar, sum skuldu flyta tilfarið suðureftir ísinum.
Hann sigur, at tá ið teir komu suður í ísin, var neyðugt hjá skipunum at leita sær upp eina ísbrúgv, har teir kundu leggja at og skipa farmin upp.
- Nógvastaðni var so høgt uppfyri, at ísbrúgvin lá javnt við mastrarnar á skipinum. Vit sigldu suður millum ísflakar og ísbrúgvar. Tá ið vit høvdu funnið eitt stað, har atkomiligt var, varð farmurin skipaður upp.
Hundar eftir pingvinum
Julian sigur, at umframt farmin, høvdu teir eisini einar 40 hundar við sær, sum meteorologarnir skuldu brúka, tá ið teir fóru undir sítt arbeiði.
Tá ið teir vóru komnir upp á ísin, var slætt suðureftir.
- Eitt, sum eg minnist, tá ið vit komu í land, var, at hundarnir fóru eftir pingvinunum, sum gingu uppi á ísinum. Vit noyddust tí at hava teir í tjóri. Annars vóru pingvinirnar so spakar, at vit kundu halda tær í veingirnar.
Nú gekk leiðin longur suðuryvir, har støðin skuldi setast upp.
- Skipini bíðaðu eftir okkum við ísbrúnna, meðan vit fóru at gera tað arbeiði, vit vóru komir at gera.
Julian sigur, at hóast hann ikki var timburmaður, kundi hann hjálpa til við uppsetingini av støðini.
Búðu í tjaldi
- Eg hevði runnið á ísi áður, tá ið vit høvdu sligið kóp, so hetta umhvørvi var mær ikki heilt ókent. Tað tók okkum nakrar tímar at náa fram til staðið, har støðin skuldi setast upp.
Hann sigur, at teir høvdu stórt hernaðartjald við sær, sum varð sett upp á ísinum til bústað, og við sær høvdu teir eisini ovn til hita.
- Vit gjørdu okkum ein kassa til inngongd í tjaldið, og vit høvdu ovnin standandi mitt í tjaldinum.
Teir svóvu í soviposum, og Julian sigur seg einki minnast til, at teir vóru kaldir, tá ið náttin kom.
- Ovnurin hitaði so væl, og vit høvdu heitar og góðar soviposar, sum vit høvdu fingið frá milliterinum, sigur hann.
Í sólbrillum
Tá ið vetur er hjá okkum á norðaru hálvu, er summar har suðuri.
- So, veðrið var sum heild gott við nógvari sól um dagin. Neyðugt var tí at vera í sólbrillum at kalla hvønn dag.
Hann sigur, at teir høvdu eina kavaroksódn, meðan teir búðu í tjaldinum, men hetta hasaði væl av.
- Tjaldið var sterkt og helt stormin av.
Spurdur, hvat honum dámdi at verða við á eini slíkari ferð í eini ískladdari oyðimørk, sigur Julian:
- Jú, hetta dámdi mær væl tá.
Hann sigur, at tað tók teimum tríggjar vikur at seta støðina upp og fullføra tað arbeiði, sum teir vóru komnir at gera.
- Vit høvdu kokk við okkum, sum skuldi vera eftir hjá meteorologunum, og vit fingu nógvan og góðan mat.
Aftur á kópaveiði
Julian er lítillátin og sigur, at teir upplivdu ikki tað heilt stóra, meðan teir búðu í tjaldi og arbeiddu á Suðurpólinum.
- Dagarnir vóru rættiliga líkir. Vit sóu ikki nógv og upplivdu heldur ikki tað heilt stóra. Umframt pingvinirnar og onkur gamal kópur, var væl av fugli at síggja.
Hann sigur, at eftir trimum vikum vórðu teir lidnir við arbeiði, og síðan fóru teir norður aftur til skipið, sum bíðaði teimum við ísbrúnna.
- Vit búðu tískil á ísinum og arbeiddu úti á ísinum í tríggjar vikur.
Aftur í skúla
Tá ið skipini umsíðir aftur loystu frá ísbrúnnu, vóru meteorologarnir eftir har suðuri.
Julian sigur, at á veg heimaftur, fóru teir til Ný Foundlands at veiða kóp, og hann heldur seg minnast, at teir fingu meira enn 7.000 kópar hendan túrin.
- Vit tóku bara skinnini, og síðan fór alt hitt í havið aftur.
Julian hevði nú tjent sær so mikið av peningi, at hann kundi fara aftur í skúla.
- Eg hevði sum áður nevnt bara breiddina, og ætlaði mær at læra meira. Nú hevði eg tjent mær tann pening, mær tørvaði, og næstu 10 mánaðirnar tók eg longdina á sjómansskúla í Noregi.
Knøini bila
Sosialurin hitti Julian Vágstún í Klaksvík mánadagin, har hann fortaldi okkum hesa søgu um ferðina á Suðurpólinum.
Julian sigldi øll síni bestu ár, og í fleiri ár var hann á brúnni sum bestimaður og skipari.
Hann er ikki ungur maður longur, og knøini eru farin at bila.
- Hetta er aðru ferð, eg havi skift knæið, seinast var fyri jól. Eg koyri á hesi tríhjólaðu súkkluni, men átti heldur at gingið meira, sigur blíði og fryntligi klaksvíkingurin, sum hevur upplivað eitt sindur av hvørjum í lívinum.