Tað er neyðugt at viðgera støðuna í flokkinum

Formaðurin í aðalstjórnini hjá Tjóðveldi heldur, at nú má støðan endurmetast, eisini støðan hjá floksformanninum, Høgna Hoydal

Eg varð rættiliga kløkkur av, at vit fingu so vánaligt val. Tað sigur Rógvi Nybo, formaður í aðalstjórnini hjá Tjóðveldi. Aðalstjórnin er ovasta leiðslan í Tjóðveldi, og formaðurin heldur, at tey kunnu ikki góðtaka støðuna, flokkurin er komin í.

 

Á Facebook skrivaði hann hendan dagin, at valúrslitið »vísir greitt, at vit hava brúk fyri endurnýggjan og endurreising av Tjóðveldisflokkinum«. Vit hava spurt hann, hvat liggur í hesum orðunum.

 

– Eg haldi ikki, at vit kunnu góðtaka, at vit ikki fáa meiri enn 17-18 prosent av atkvøðunum, sigur Rógvi Nybo.

 

Samstundis hevur Tjóðveldi heldur ikki havt umboð á Løgtingi úr Eysturoy og úr Norðoyggjum, har flokkurin annars hevur staðið rættiliga sterkur.

 

Og tá ið flokkurin heldur ikki klárar seg betri á valinum hesa ferð, eftir trý ár í andstøðu, heldur Rógvi Nybo, at nú er tíðin er komin til sjálvrannskan og at flokkurin endurnýggjar seg.

 

Hann sigur, at sostatt heldur hann, at flokkurin má endurmeta støðuna, og í hesum sambandi eigur leikluturin hjá floksformanninum, Høgna Hoydal, eisini at verða tikin viðgerðar.

 

Hann vísir á, at Høgni Hoydal hevur verið formaður í yvir 20 ár, so hann heldur, at tað er ikki løgið, at hann er farin at troyttast.

 

– Eg haldi, at vit mugu hyggja at øllum viðurskigtum, eisini um tað verður neyðugt at skifta formannin út, sigur formaðurin í aðalstjórnini. Hann leggur afturat, at spurningurin er ikki viðgjørdur í flokkinum, so hatta er hansara egna hugsan

 

Hann sigur, at støðan í Fólkaflokkinum nú, og í Javnaðarflokkinum fyri nøkrum árum síðani, vísa, hvat tað kann geva einum flokki, at nýggjar kreftir og nýggjar tankar sleppa fram at.

 

– Vit kláraðu ikki at endurreisa flokkin á hesum løgtingsvalinum, og vit fáa eisini alla tíðina at vita, at vit koma ikki við nøkrum nýggjum. Tá er tað vanligur logikkur, at tað kann geva flokkinum nýtt lív at skifta formannin og endurnýggja flokkin, sigur formaðurin í aðalstjórnini.

 

Men Rógvi Nybo sigur somuleiðis, at hetta er ikki stundin til at fara fram í óðum verkum. Tí leggur hann dent á, at tað hendir einki fyrr enn politiska støðan er greið, og ein nýggj samgonga er skipað.

 

Tjóðveldi fer at gera tað, sum ber til at verða við í eini samgongu. Tá ið tann spurningurin er avgreiddur, heldur hann, at flokkurin má seta seg saman at eftirmeta støðuna, og tá má spurningurin um eitt formansskifti eisini takast upp.

 

Og hann leggur dent á, at tað hevur sera stóran týdning, at hetta verður gjørt í sátt og semju, har vit eisini mugu fáa at vita, hvørjar tankar formaðurin sjálvur hevur gjørt sær um støðuna.

 

Sjálvur hevur Rógvi Nybo ikki nakran ávísan í huganum at taka við eftir Høgna Hoydal, tí tað er ein spurningur, sum skal viðgerast í felag.

Vit ætlaðu at fáa eina viðmerking frá Høgna Hoydal, men tað hevur ikki eydnast at fáa orðið á hann.