Burðardygg veiða eftir súgdjórum í havinum skal setast á breddan á altjóða ráðstevnu á Christiansborg í næstum.
Tað sigur Magni Arge, fólkatingsmaður hjá Tjóðveldi, sum ætlar at fáa hini norðuratlantisku fólkatingsumboðini at vera við til at skipa fyri ráðstevnuni.
Farnu hálvu øldina hava víðgongdir felagsskapir og persónar lagt í oyði lív og mentan hjá fólki við strendur og á oyggjum kring um í heiminum, tí veiða, sum annars hevur verið burðardygg, er steðgað, og vistfrøðiskipanin hevur verið órógvað av inntrivunum.
Eitt dømi er, at kópastovnurin á skotsku vesturstrondini er vorðin so stórur, at hann hóttir toskastovnin í økinum, vísa granskarar á University of Strachclyde á.
Nærum ógjørligt hevur verið at viðgjørt tílíkar spurningar á skilagóðan hátt, tí illa ber til at tosa um burðardygga veiði fyri kensluligari øsing um djóraetikk. Feskasta dømið er øsingin, sum Sea Shepherd hevur skapt um grindadrápið.
Ráðstevnan á Christiansborg skal rudda slóð fyri einum betri orðaskifti og betri kunning kring allan heim um burðardygga veiði eftir súgdjórum í havinum.
Magni Arge, fólkatingsmaður, heldur, at málbólkurin á ráðstevnuni eigur at vera m.a. politikarar í Norðurlondum, ES, Japan, Kanada, Russlandi og USA, matvøru- og fóðurframleiðarar, vísindafólk, felagsskapir fyri náttúrurøkt og burðardyggari veiði og altjóða fjølmiðlar.
Spurningar at viðgera á ráðstevnuni verða m.a.:
1. Grindastovnurin og kópstovnurin eru stórir í Norðuratlantshavi. Hvørja ávirkan hevur hetta á vistfrøðiskipanina, og hvussu ávirkar veiða eftir hesum djórum stovnarnar?
2. Hvørja ávirkan hevur burðardygg veiða eftir súgdjórum í havinum á samfeløgini í Norðuratlantshavi sosialt, fíggjarliga og lívfrøðiliga?
3. Veiða eftir hvali og kópi verður ikki góðtikin í Evropa og USA av djóraetiskum orsøkum. Er møguligt at broyta hesa fatan hjá fólki á stóru meginlondunum?
4. Sosialu miðlarnir eru týdningarmiklir miðlar at fáa ljóð fyri sjónarmiðum. Kunnu teir brúkast til at fáa fólk á stóru meginlondunum at skilja, at burðardygg veiða er í lagi og neyðug?
5. Vísindalig tøl finnast longu fyri m.a., hvussu nógvur grindahvalur er í Norðuratlantshavi. Hvussu kunnu vísindaligu kanningarnar brúkast til at fáa burðardygga veiði góðtikna?
Tjóðveldi miðar eftir, at ráðstevnan verðu hildin so skjótt sum gjørligt.
Ætlanin er, at umfatandi kunningarátak verður sett í verk eftir ráðstevnuna við teimum upplýsingum og úrslitum, ið koma undan kavi. Hetta átak skal gerast í samstarvi við landsstýrið, sum tá hevur tikið við.
Blíðar heilsur
Magni Arge,
fólkatingsmaður fyri Tjóðveldi