Tjóvar stjólu laks fyri tvær milliónir í Noregi

- Vit gera ásteðarkanningar, og vit fara eisini at kanna vakmyndatól í økinum, sigur norska løgreglan

Norska løgreglan hevur funnið ein stjolnan viðfestivogn á einum síðuvegi nærindis Gardemoen-flogvøllinum í Oslo.

 

Vognurin er tikin av einum parkeringsplássi í økinum, og hann var lastaður við laksi, sum er verdur umleið tvær milliónir norskar krónur.

 

Tað er alifyritøkan Mowi, sum eigur laksin.

 

- Vognurin er tómur, og talan er um eina munandi nøgd, so hetta er ikki eitt tilvildarligt tjóvarí, sigur átaksleiðarin, Gisle Sveen, hjá norsku løgregluni.

 

Hetta sigur hann við NRK, og heimasíðan iLaks endurgevur eisini hendingina.

 

Løgreglan heldur, at viðfestivognurin er tikin av parkeringsplássinum og síðan settur á ein síðuveg, har hann er tømdur.

 

Sambært løgregluni er hetta serstaka tjóvarí lagt væl til rættis, og væntandi er, at ætlanin hjá tjóvunum er at selja laksin.

 

- Vit gera ásteðarkanningar, og vit fara eisini at kanna vakmyndatól í økinum, sigur norska løgreglan.