Heilsufrøðiliga Starvsstovan
Umhvørvisdeildin
??????????
Føroya Løgting hevur í 1993 samtykt ST-veðurlagssáttmálan, og er tað tí av týdningi, at eisini Føroyar samhaldsfast átaka sær sín part av arbeiðinum við at steðga veðurlagsbroytingum. Heilsufrøðiliga starvsstovan vil mæla til, at roynt verður at minka um útleiðingina av veður-lagsgassi. Hetta merkir, at nýtslan av fossilum brennievnum eigur at tálmast. Størsta avbjóðingin vil verða at minka CO2 útlátið frá fiskiskipum, sum standa fyri 33% av CO2 útlátinum. Harafturat er útlátsminking frá stórum keldum, sosum húsarhaldum (17%), orkuframleiðslu (16%), ídnaði (12%), og akførum (11%) sera týðandi.
Í februar 2005 fekk Kyoto-protokollin frá 1997, sum er partur av veðurlagssáttmálanum, lógfrøðiligt gildi, eftir at 141 lond høvdu staðfest avtaluna. Kyoto-protokollin snýr seg um ítøkiliga áseting av, hvussu nógv tey einstøku londini vilja tálma útlátið av veðurlagsgassi. Í Kyoto-protokollini hava ídnaðar-londini bundið seg til ein felags niðurskurð uppá gott 5%, men samstundis er ymiskt, hvussu niðurskurð-urin er býttur millum lond-ini. ES skal t.d. minka útlátið við í miðal 8%. Danmark hevur átikið sær at minka útlátið við 21%.
Føroyar eru á orkuøkin-um í mangar mátar ólíkar Danmark og ES-londunum. Føroyski búskapurin er sera heftur at fiskivinnu, sum er ein orkukrevjandi vinna, har tað er torført at finna alternativ til olju. Hetta kundi talað fyri einum lægri niðurskurði, og við eini møguligari oljuvinnu í huga, kundi tað verið tørvur á at fingið viðurkent eina serskipan. Ísland og Noreg kunnu t.d. hava ávikavist 10% og 1% vøkstur í útlátinum.
Útroknaðu útlátini fyri 2002 og 2003 vísa, at samlaða útlátið av veðurlagsgassi í koltvíiltueindum hevur verið støðugt síðani 2001. Útlátið í 2003 er sostatt hækkað 11% í mun til 1990.
Útlátið frá fiskiskipunum er hækkað úr 219 183 tonsum í 1990 til 244 998 tons í 2003 (12%). Frá 2001 til 2003 er útlátið hækkað við 8%.
Útlátið frá húsarhaldum er minkað úr 145 843 tonsum í 1990 til 120 625 tons í 2003 (17%). Frá 2001 til 2003 er útlátið minkað við 5%.
Útlátið frá streymframleiðslu er hækkað úr 89 750 tonsum til 114 708 tons í 2003 (28%). Frá 2001 til 2003 er útlátið minkað við 13%.
Útlátið frá akførum er hækkað úr 56 856 tonsum í 1990 til 79 603 tons í 2003 (40%). Frá 2001 til 2003 er útlátið hækkað við 8%.
Útlátið frá ídnaðinum er hækkað úr 62 162 tonsum í 1990 til 83 881 í 2003 (35%). Frá 2001 til 2003 er útlátið minkað við 1%. Minkingin er tí, at oljuleitingin í 2003 ikki nýtti so stóra nøgdir av olju sum í 2001. Um útlátið frá oljuleitingum ikki roknast uppí samlaða útlátið í 2001 og 2003, er útlátið frá ídnaðinum hækkað við 17% síðani 2001.
Útlátið frá handlum og stovnum er hækkað úr 39 185 tonsum í 1990 til 47 612 tons í 2003 (22%). Frá 2002 til 2003 er útlátið minkað við 7%.
Heilsufrøðiliga starvsstovan vil mæla til, at gjørd verður ein ítøkilig ætlan fyri, hvussu minkingar kunnu fremjast innan teir einstøku bólkarnar. Her kunnu ávísingarnar í veðurlagssáttmálanum og protokollini nýtast, sosum øktur orkueffektivitetur, íverksetan av skipanum, sum eggja til minking av útláti, og av skipanum, sum eggja til menning av varandi orkukeldum. Eisini kann tað verða av týdningi at nýta ymiskar avgjalds- og stuðulsskipanir, sum verða nýttar í okkara grannalondum, og sum vísa seg at vera virknar í mun til menning av tøkni og minking í útlátinum.
Orsakað av stóra útlátinum av vakstrarhúsgassi í seinastu øld fer veðurlagið væntandi at broytast meiri ella minni. Hetta uttan mun til, um tað eydnast pørtunum í Kyoto-protokollini at liva upp til málsetningar-nar. Tí er tað eisini týdn-ingarmikið at fáa staðfest, hvørjar ítøkiligar broytingar eru væntandi í Føroyum, og hvat eigur at verða gjørt fyri at tillaga seg til tær mest sannlíku avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum.
Nýggja frágreiðingin: "Útlát av veðurlagsgassi í Føroyum. Dagføring fram til 2003" er tøk á www.hfs.fo, undir "Útgávur", m.a. saman við øðrum tilfari um veðurlagsgass.