Fiskivinna
Uppskotið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Tórbjørn Jacobsen, snýr seg í stuttum um, at fiskidagarnir hjá húkaflotanum skulu skerjast við 50% og fiskidagarnir hjá partrolaraflotanum við 20%.
- Men hetta er ikki allur sannleikin, sigur formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna, Auðunn Konráðsson.
Hann vísir á, at útróðrarbátar í bólki 5a og 5b eftir ætlan landsstýrisins skulu skerjast við 50%, men hetta er umframt teir 5.000 dagarnar, sum hesin bólkur fekk tillutaðar stutt eftir, at fiskidagaskipanin var komin í gildi.
- Í 1997 varð hildið, at ov fáir fiskidagar vóru til útróðrarbátar undir 15 tons – ávikavist í bólki 5a og 5b, og tí fekk hesin bólkur tillutaðar 5.000 fiskidagar eyka.
Auðunn sigur, at sambært fyriliggjandi uppskoti hjá landsstýrismanninum skulu hesir 5.000 dagarnir fyrst takast burtur, og síðan skulu dagarnir, sum tá eru eftir, skerjast við 50%.
- Hetta kemur at merkja, at samlaða talið av fiskidøgunum í bólki 5a og 5b verður skert úr umleið 21.000 døgum niður í umleið 8.000 fiskidagar.
Formaðurin í MÚ heldur ikki, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum kann vera rætt “samanskrúvaður”, sum hann tekur til, tá hann heldur, at útróðrarflotin tolir eina slíka skerjing.
- Hetta er jú púrasta burtur úr vón og viti, leggur hann aftrat.
Einki grundarlag
Auðunn Komráðsson er sjálvur útróðrarmaður við bátinum Kallanesi, sum fiskar í bólkinum, ið fevnir um bátar millum 40 og 110 brt. Hetta er bólkur 4a og 4b – alt eftir, hvussu stórur báturin er.
- Vit hava 84 fiskidagar, men skulu helst hava 120 fiskidagar, um vit skulu fáa raksturin at hanga saman. Vit keypa dagar ella handla okkum til dagar á ymiskan hátt. Nú ætlan landsstýrismansins er at skerja dagarnar í bólki 4a og 4b við 50%, koma vit at mangla 80 dagar, og tá ber slett ikki til at fáa nakran sum helst rakstur í útróðurin.
Formaðurin í Meginfelag Útrórðarmanna vísir á, at treytin fyri at sleppa at selja dagar er, at skip ella bátar hava brúkt 60% av fiskidøgunum árið fyri, og tí kann tað verða torført at sleppa fram at óbrúktum døgum.
Hann sigur, at hetta er treytin fyri at sleppa at selja fiskidagar – bæði ár um ár og permanent.
- Eg skilji slett ikki logikkin í at fremja hesar skerjingar, og eg ivist í, um ikki okkurt annað liggur aftanfyri ætlan landsstýrisins. Tað má vera onkur størri og miðvísari ætlan, sum liggur til grunds fyri tí fiskivinnupolitikki, ið landsstýrið hevur sett út í kortið.
Avtaka trygdina
Sosialurin hevði prát við Auðunn Konráðsson í morgun, áðrenn umboðsnevndin hjá Meginfelag Útróðrarmanna fór á fund.
Nú fundur er lokin, er niðurstøðan, at umboðsnevndin hevur givið starvsnevnd felagsins heimild til at seta neyðug tiltøk í verk, um starvsnevndin heldur, at tað er gongda leiðin.
- Vit hava tó ikki tikið nakra avgerð um, hvørji tiltøk kundu verið møgulig, men hetta er nakað, sum vit í starvsnevndini – og møguliga saman við øðrum feløgunum – nú fara at tosa um, sigur Auðunn.
Hann vísir á, at um feløgini, sum varða av fiskivinnuni, nú ikki taka lógvatøk saman, kann alt gera tað sama.
- Hetta er ein spurningur um lív ella deyð hjá okkara fiskivinnu, hvørki meira ella minni, leggur formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna dent á.
Tað er heldur ikki fallið í góða jørð millum útróðrarmenn, at ætlan landsstýrisins eisini er at taka burtur minstaforvinningin, sum er galdandi fyri útróðrarflotan.
- Lítið er at ivast í, at hetta bara er byrjanin. Tað næsta verður, at lagt verður eftir minstulønini hjá fiskimonnum annars, sigur Auðunn.
Hann vísir á, at fiski-og útróðrarmenn eisini
hava sínar skyldur at røkja – eins og aðrir borgarar í samfelagnum.
- Vit hava ikki havt stórvegis brúk fyri minstaforvinninginum í longri tíð, men hetta er ein trygd, tá tað gongur ringast. Sama er við minstulønini hjá fiskimonnum annars, sigur formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna, Auðunn Konráðsson.