Ætla at ala tosk í Suðuroy

Suðuroyingar fara nú at biðja Vinnumálaráðið og Fiskirannsóknarstovuna um loyvi til at taka toskayngul av Føroya Banka til aling

Toskaaling

? Toskaaling kann gerast ein framtíðar vinnugrein í Føroyum.
Á evnisdegnum hjá Suðuroyar Sparikassa og Føroya Tele um menning í Suðuroy metti Hørður Wardum, alifrøðingur, at toskaaling kann gerast eitt lønandi alternativ til laksaaling í Føroyum.
Sjálvur var hann biðin um at siga sína hugsan um aling á harðbalnum sjóøkið eystanfuri Suðuroynna, men hann kom skjótt til ta niðurstøðu, at enn liggur hetta nakað frammi í tíðini.
Ístaðin umrøddi hann møguleikan at fara undir toskaaling í Suðuroynni.

Nógvir fyrimunir við at ala tosk
Hørður Wardum sigur, at tað eru nógvir fyrimunir við at ala tosk framum laks.
? Í fyrstu atløgu hóskar hitin í sjónum í Føroyum seg nógv betri til toskaaling enn til laksaaling.
? Harafturat ber til at tryggja marknaðinum eina heilt støðuga levering og tað ber til at halda eina javna dygd, tí dygdina ber til at stýra heilt neyvt við tí fóðuri, sum fiskurin fær.Við fóðrinum ber eisini til at stýra fitini í livrini akkurát sum vit vilja.
Hann segði eisini, at Føroya Banki er rætta staðið at taka yngul, tí toskurin á Føroya Banka hevur heilt serligar vakstrareginleikar og veksur munandi skjótari enn annar toskur. Bankatoskur verður 70 sentimetrar upp á trý ár, men toskur av landgrunninum verður bara 50 sentimetrar upp á trý ár.
? Orsøkin til hetta er ikki bara, at bankatoskurin fær meiri at eta, tí royndir vísa, at verða bankatoskar og toskar av landgrunninum sleptur í kør, har teir fáa nágreiniliga tað sama at eta, veksur bankatoskurin eisini skjótari undir slíkum umstøðum.
Alifrøðingurinsegði, at harafturat vísir tað seg, at aldur fiskur fær væl hægri prís enn fiskaður fiskur, tí at leveringin og dygdin verða so jøvn og tað eru keypararnir sinnaðir at betala fyri.
Hann vísti á, at ein norðmaður alir upsa, sum hann selur fyri heilar 30 krónur fyri kilo.
? Tað vísir seg, at kann ein útflytari tryggja støðuga levering og støðuga dygd, fær hann eisini hægri prís. Royndir við toskaaling í Noreg vísa eisini, at tað fáast fleiri krónur meiri fyri kilo av aldum toski enn tað fáast fyri fiskaðan tosk tí at tað ber til at tryggja støðuga levering.
Hinvegin er tað ógvuliga ymiskt, hvussu nógvur toskur er at fáa í vanligum fiskiskapi og tað ger tað torført at gera bindandi, góðar avtalur við keyparar um levering.
Harafturat vísti Hørður Wardum á, at sum heild er fiskiskapurin eftir toski í Norðuratlantshavi minkaður meiri enn eina helvt hesi seinastu árini. Í 1986 vórðu tvær milliónir tons av toski fiskað í Norðuratlantshavi, men í 2002 var tað komið niður á 800.000 tons.
Hann sigur, at hetta hevur gjørt sítt til at skunda undir aling av toski.
? Samstundis er alitoskur púra óstrongdur, tá ið hann verður blóðgaður og royndir vísa, at tað hevur stóran týdning fyri dygdina.
? Somuleiðis er meiri fiskur á tí alda toskinum, soleiðis at úrtøkan er eini 50-60%, afturímóti eini úrtøku uppá 40-45 % á fiskaðum toski.
Harafturat er sporførið eisini heilt nágreiniligt og tað er nakað, sum keyparar seta størri og størri krøv til.
Sjálvur heldur hann, at tað er skilagott, at flakavinnan er við í eini slíkari ætlan so at aldi toskurin kann virkast víðari á flakavirkjunum.
? At ala tosk kann hava tvinnandi endamál. Hann kann bæði útflytast beinleiðis, men hann kann eisini vera við til at tryggja flakavirkjunum arbeiði.
? Harafturat fæst full nytta burturúr toskinum, tí umframt flakið, kunnu bæði høvd, skræða, innvølir, rogn og sil og skrokkur nýtast í øðrum framleiðslum.
Hann segði, at hinvegin er tað ein vansi, at tað kostar meiri at ala tosk enn at fiska tosk.
? Tí kann aldur toskur ikki seljast á uppboðssølu, tí tá verður prísurin ov ójavnur og vágin verður ov stórur.

Kann stuðla uppundir flakavinnuna
Samanumtikið helt Hørður Wardum, at vit hava rættiliga góðar møguleikar ala tosk í Føroyum.
Sjálvur metti hann at verður yngulin havdur í kørum til hann er 500 gramm, kemur hann at ganga 10-12 mánaðir í ringum á sjónum og tá hevði tað borið til at ala eini 6000 tons av toski í Suðuroy um árið.
? Verður fiskurin koyrdur á sjógv smærri, verður framleiðslutíðin á sjónum longri og tá ber til at ala eini 2000-3000 tons.
Annars heldur hann, at tøknin til laksaaling og toskaaling líkist nógv, men vitan má fáast aðrastaðni, bæði av Fiskaaling, men eisini úr Noregi.
Hann vísti eisini á, at norðmenn arbeiða hart fyri at menna toskaalingina og hann stúrdi fyri, at tað fer at vera torført hjá føroysku flakavinnuni, tá ið norðmenn rættiliga hava fingið gongd á sína toskaaling.
? Tá ið norðmenn fáa sent fyrstafloks aldan tosk á marknaðinum í Evropa, tíma fyri tíma, um so skuldi verið, stúri eg fyri, at flakavinnan í Føroyum kemur at standa sum tapari í kappingini, tí tá kunnu vit ikki hava nóg støðuga levering og nóg støðuga dygd til at vit kunnu kappast við alda toskin, segði Hørður Wardum.

Gjørd ætlan fyri at byrja skjótt
Á evnisdegnum var eisini bólkaarbeiði, og bólkurin, sum hevði við toskaaling at gera, legði fram eina ætlan fyri, hvussu toskaaling kann mennast í Suðuroy.
?Sostatt fer alivirkið Faroe Farming í Suðuroy beinanvegin at biðja nnumálaráðið og Fiskirannsóknarstovuna um loyvi til at taka yngul av Føroya Banka til endamálið.
Hørður Wardum væntar, at í fyrstu atløgu kann takast eitt lítið tal av yngli fyri at fáa meiri vitan og fyri at fáa gongd á toskaaling og fyri at kunna ala lívfisk.
? Næsta stigið verður at hugsa um eina lívfiska- og yngulstøð. Í løtuni hevur Fiskaaling eina lívfiskastøð til kalva í Nesvík í Sundalagnum.
Men skulu størri íløgur gerast í eina lívfiskastøð til tosk, metir Hørður Wardum ikki, at tað er skilagott at hetta eisini verður gjørt í Nesvík.
? Støðin í Nesvík er vælegnað til royndarvirksemi, men ikki til aling á vinnuligum støði. Hetta tí, at í Sundalagnum verður altíð rættiliga nógv aling, og tá minkar trygdin móti sjúkum samsvarandi.
Sjálvur heldur Hørður Wardum, at ein lívfiskastøð liggur nógv betri fyri í Suðuroy, har sjúkutrygdin kann verða betri. Tí kunnu møguligar almennar íløgur á hesum øki heldur gerast í Suðuroynni enn í Sundalagnum.
? Men Fiskaaling hevur vitan um toskaaling, og tí eigur hetta arbeiði at verða gjørt í tøttum samstarvi við Fiskaaling og annars við útlendingar, ið hava gjørt sær royndir í at ala tosk í størri skala.
Í hesum sambandi verður eisini arbeitt við at fáa loyvi at taka lívfisk av Føroya Banka. Í samband við hetta skal fundur fáast í lag við Vinnumálaráðið og Fiskirannsóknarstovuna. Fæst lívfiskur í ár, gýtur hesin næsta vár og yngulið undan honum kann so setast á sjógv á heysti 2006.
Hørður Wardum metir, at tað verður bara hendan eina lívfiskastøðin til tosk, tí við at hava eina stóra støð, ber til at fáa eindarkostnaðin niður, annars fæst ikki lønsemi í toskaalingina.

Skulu tosa aftur
Erhard Joensen, stjóri á Faroe Farming, sigur, at teir hava havt samband við Fiskirannsóknarstovuna. Enn er onki avgjørt, men tey hava avtalað at tosa saman aftur.
Sjálvur metir hann avgjørt, at toskaaling kann verða eitt alternativ til laksaaling.
? Hetta er í hvussu so er eitt øki, har vit hava ein beinleiðis kappingarfyrimun við tað, at bankatoskurin veksur eini 30% skjótari enn annar toskur, sigur hann.