Í sambandi við, at farið verður undir arbeiðið at gera Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, hevur byggifelagið, NCC, søkt Tórshavnar Býráð um loyvi til at byggja ein skúrbýlingvið Velbastaðvegin.
Tey vilja hava skúrbýlingin við Velbastaðvegin, tí so er hann mitt ímillum báðar undirsjóvartunlarnar, sum skulu gerast.
Í hesum sambandi er ætlanin at leiga upp á einar 2000 fermetrar at stykki frá kommununi til at seta skúrbýlingin á, sum skal at hýsa teimum starvsfólkum skulu arbeiða hjá felagnum í sambandi við undirsjóvartunlarnar.
Fær NCC stykkið, er ætlanin at grava út og gera tað byggibúgvið við kloakk og tí, sum hartil hoyrir, og við innkoyring frá Velbastaðvegnum. NCC skal leiga stykkið í átta ár fyri 100.000 krónur um árið.
Í hesum sambandi er ætlanin at seta skúrar upp til køk, matstovu og bústaðir í tveimum hæddum t il 30-40 fólk, men ongin bygningur verður hægri enn níggju metrar. Somuleiðis skulu tún og uttanduraøki gerast.
Eftir byggisamtyktini er bara loyvt at byggja hús til smá vinnuvirki, verkstaðir og bygningar til tænastuvirksemi í hesum sambandi, á stykkinum.
Umsitingin hjá Tórshavnar Býráð heldur, at ein skúrbýlingur er at rokna sum tænastavirksemi í sambandi við entreprenørvirksemi, og her er talan um eina fyribilsloysn í átta ár. Tí heldur umsitingin ikki, at tað er neyðugt at broyta byggisamtyktina.
Men hesum er minniluti í býráðnum ósamdur í.
Heðin Mortensen heldur, at hetta er at bróta byggisamtyktina at ein skúrbýlingur verður settur upp á stykkinum.
Tí heldur hann, at tað er neyðugt at broyta byggisamtyktina, og í tí sambandi skulu eisini grannarnar og vinnufyritøkurnar á økinum, og landsmyndugleikarnar, fáa høvi til at siga sína hugsan um málið.
Hann heldur, at ein skúrbýlingur, sum kann vera níggju metrar høgur, verður eitt misprýði í økinum og hann verður ikki serliga hugaligur hjá grannunum at hava at gløða upp á í átta ár.
Samstundis verður virksemi á økinum bæði nátt og dag, tí arbeitt verður allan sólarkringin.
Hann mælir ístaðin til at byggja skúrbýlingin á Sandvíkahjalla, ella á Skarðshjalla. Annars vísir hann eisini á, at BankNordik hevur gjørt eitt øki byggibúgvi og tað er klárt at byggja, so hví ikki byggja har.
Men hann heldur í minsta lagi, at skal nakað byggjast har, eigur NCC at fáa álagt at byggja ordiligar íbúðir, sum kunnu vera bekent at lata standa eftir at undirsjóvartunlarnir eru lidnir, so at onnur fólk, sum mangla eina íbúð, kunnu yvirtaka tær.
Samstundis vísir Heðin Mortensen á, at stykkið er ikki boðið út alment.
Nú fer býráðið so at viðgera málið og at taka støðu til umsóknina frá NCC.