Pætur Egholm Jacobsen arbeiðir í løtuni saman við trimum øðrum monnum við at stovna eitt áhugafelag, ið skal virka fyri at byggja ein flog simolator. Hetta er ikki gjørt í Føroyum fyrr. Arbeitt hevur verið við verkætlanini í á leið fýra ár, og eftir ætlan verður ein stovnandi fundur um eini tvær vikur.
– Tú setur teg í setrið hjá flogskiparinum ella stýrimanninum, og tú sært allar knøttar og alt tað, sum hann ger, tá hann er til arbeiðis, og tú sært tað út gjøgnum vindeygað, sum hann sær. Einasti munurin er, at tú ert á eini teldu og ikki í veruleikanum, sigur Pætur Egholm Jacobsen, stigtakari, í samrøðu við R7.
Enn er ikki avgjørt, hvar flog simolatorin skal vera, men Pætur Egholm Jacobsen væntar, at tað verður onkra staðni í miðstaðarøkinum.
–Øll eru vælkomin at royna simolatorin. Tað krevur serligt hegni, at fáa tað at rigga. Tað er tekniskt og drýggi, at fáast við, sigur Pætur Egholm Jacobsen.
–Tey, sum hava roynt at sitið í einum stýrikliva og stýrt sínum egna flogfari og sæð Føroyar á telduni verða bitin av tí við tað sama. Tað er nakað heilt serligt, sigur hann.