Barack Obama, forseti, ætlar at endurreisa eina gamla lóg, sum bannar handlum og øðrum at selja tað, sum verður lýst sum álopsvápn, og sum millum annað umfatar skammbyrsur við fleiri skotum. Ein tílík lóg varð sett í gildi í 1994, men bleiv tikin av tíggju ár seinni.
Senatið fer ætlandi at umrøða eitt uppskot um at banna handli við álopsvápnum beint eftir nýggjár, og talsmaðurin hjá Hvítu Húsunum sigur, forsetin fer at taka undir við hesum.
Harafturat tekur Obama undir við ætlanum, sum eru frammi um at gera nakrar avmarkandi broytingar í verandi vápnalóg.