Ætla at læsa Ráðhúsplássið í tvær vikur

Í út við tvær vikur um mánaðarskiftið oktober/november mugu teir 70.000 bilarnir, ið dagliga koyra um Ráðhúsplássið finna aðra farleið, tí MTV steingir hjartað í Keypmannahavn.

 
Tá MTV European Music Awards verða hildnir í Keypamannahavn verður talan um heimsins størsta tónleikashow, somikið stór er fyriskipanin, at MTV hevur fingið loyvi til at steingja Ráðhúsplássið í tvær vikur. Teknik- og umhvørvisborgarstjórin í Keypmannahavn tann radikali Klaus Bondam, greiddi í Politiken frá, at hetta ver ein sera góður møguleiki, at fáa góðar myndir av Keypmannahavnasendar út í heimin.
Tað tekur minst eina viku, at seta pallar og annað upp á Ráðhúsplássinum, og næstan líka langa tíð, at taka alt niður aftur. Men Bondam vónar, at fólk fara at hava eitt sindur av eyka tolið hesar dagarnar. Hvønn dag koyra umleiði 70.000 bilar um Ráðhúsplássið, og hesir skulu tí ístaðin finna aðrar leiðir, hetta kann føra við sær, rættiliga stórar ferðslutrupulleikar.
Ætlanin er sambært Danmarks Radio at handa allar heiðurslønirnar í Bella Sentrinum, enn er ikki almanankunngjørt, hvat fer at henda á Ráðhúsplássinum, men tað kann hugsast, at tónleikaframførslurnar verða har, meðan handanirnar verða vístar á stórskíggja.
Danska Ekstra Bladet veit at siga, at atgonumerki til hendingina ikki verða sett til sølu, men lutaði út í ymiskum kappingum.