- Eg fari at strekkja meg langt fyri at finna eina semju. Men tað, sum nevndin fyri meginfelagið fyri sjúkrakassan ætlar, minnir meg mest um rán á alljósum degi.
Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, staðfestir, at nú ætlanin er at avtaka sjúkrakassarnar og stovna eina almenna heilsutrygd, ætlar hann sær at syrgja fyri, at allar ognirnar hjá sjúkrakassanum fara at koma øllum teimum túsundtals limunum í sjúkrakasanum til góðar.
Sostatt er hann grundleggjandi ósamdur við nevndina fyri meginfelagið hjá sjúkrakassanum, sum ætlar at varðveita pengarnar á sjúkrakassans hondum og at brúka teir sum stovnsfæ í eini privatari sjúkratrygging, sum skal vera ein sjálvboðin sjúkratrygging afturat teirri almennu Heilsutrygdini, sum øll skulu betala til.
Og tað er eisini rættiliga nógv at vera ósamd um, tí bara í pengum eiga sjúkrakassarnir 40 milliónir krónur.
Aksel V. Johannesen er samdur við meginfelagið hjá sjúkrakassunum í, at tað er sjúkrakassin, sum eigur pengarnar.
Men spurningurin er so: Hvør er sjúkrakassin?
- Eftir mínum tykki eru tað limirnir í sjúkrakassanum, sum eiga pengarnar. Tá ið nýggja Heilsutrygdin verður skipað, verða allir limirnir í sjúkrakassanum fluttir yvir í tað almennu Heilsutrygdina, eiga pengarnir tískil at fylgja við, sigur Aksel V. Johannesen.
Spurningurin er so, hvar sjúkrakassin skal brúka ognirnar til, tá ið ongir limir eru,
- Hinvegin eri eg sannførdur um, at tað eru allir limirnir í sjúkrakasanum, sum eiga ognirnar hjá felagsskapinum og ikki nevndin, leggur landsstýrismaðurin afturat.
Rán á alljósum degi
Landsstýrismaðurin leggur afturat, at tí kann tað ikki vera rætt, at nevndin fyri sjúkrakassarnar fara avstað við pengunum til eina privata sjúkratrygging.
- Tað fer tað bara at koma einum fátali av gomlu limunum í sjúkrakassanum til góðar og sostatt kemur fjøldin av limunum at missa pengarnar.
- Eg trúgvi nevniliga ikki upp á, at tað verður tann stóra fjøldin av føroyingum, sum fer at tekna sær eina privata sjúkratrygging afturat teirri almennu Heilsutrygdini.
- Tað verða ikki vanligir pensjónistar, verkafólk, arbeiðsleys og onnur láglønt, sum fáa ráð til at tekna eina privata sjúkratrygging.
- Tí er stórur vandi fyri, at hetta verður ein skipan, sum einans verður fyri tey vælbjargaðu.
Aksel V. Johannesen sigur, sostatt verður tað eitt lítið fátal av limunum í sjúkrakassanum, sum fara at fáa nakra sum helst nyttur burtur úr ognunum hjá sjúkrakassanum, sum allir føroyingar eiga og tað heldur hann vera blóðskeivt.
Koma øllum til góðar
Tvørtur ímóti ætlar hann at tryggja sær, at ognirnar hjá sjúkrakassanum koma øllum limunum til góðar.
Tað ætlar hann at gera við at lata teir fylgja við yvir í nýggju Heilsutrygdina. Men hann ætlar sær at tryggja, at teir ikki verða brúktir til vanligan rakstur. Tvørturímóti er ætlanin at marka peningin til heilt ávís endamál, sum koma øllum til góðar.
- Í hesum sambandi haldi eg, at besta loysnin er at brúka ognirnar hjá sjúkrakassanum til at stovna ein heilsugrunn, sum kann útbúgva kommunulæknar og serlæknar og sum kann styrkja og framtíðartryggja kommunulæknaskipanina.
- Grunnurin kann eisini stuðla heilsugransking og annað, sum kemur øllum til góðar og ikki bara einum fátali.
- Onkur kundi kanska hildið, at einfaldasta loysnin var at útgoldið pengarnar hjá sjúkrakassanum til limirnar.
- Men tað ber ikki til, tí tað stendur beinleiðis í viðtøkunum fyri sjúkrakassan, at peningurin skal ikki gjaldast limunum, tá ið sjúkrakassin verður avtikin.
Av heimsins bestu
Annars staðfestir landsstýrismaðurin í Heilsumálum, at tann almenna heilsutrygdin verður ein av heimsins bestu sjúkratryggingum.
- Tí verður er at kalla onki grundarlag fyri eini privatari, sjálvbodnari trygging afturat, sigur.
Hinvegin staðfestir hann eisini, at samráðingar eru nú ímllum heilsumálaráðið og Sjúkrakassan um ognirnar hjá sjúkrakassanum.
- Fyri meg hevur tað stóran týdning, at vit loysa hendan trupulleikan í sátt og semju.
- Tvíheldur sjúkrakassin um at skipa eina privata sjúkratrygging, eri eg sostatt opin fyri at laa sjúkrkrakassan varðveita eitt lítlan brotpart av ognunum sum stovnsfæ í eini privatari sjúkratrygging.
- Men so má eg tryggja mær, at politiskur meiriluti er í Løgtinginum fyri tí.
- Skuldi tað hinvegin ikki eydnast at finna eina semju má málið sjálvandi leggjast fyri dómstólarnar til avgerðar, men tað eigur avgjørt at vera tann allar seinasta loysnin, sigur Aksel V. Johannesen.