Ætla at sambýlið skal verða liðugt næsta ár

Bygdaráðið í Sjóvar Kommunu er nú komin eitt fet nærri at byggja sambýli á Strondum

Eldrarøkt

Við Sjógv: Arbeiðið at fyrireika sambýli á Strondum, heldur fram. Og á bygdaráðsfundi mánakvøldið, tók bygdaráðið í Sjóvar Kommunu eitt stig afturat á leiðini.
Málið um sambýli á Strondum var eisini til viðgerðar á býráðsfundinum.
Tær fyrstu tekningarnar til sambýlið er gjørdar og tað er nú greitt, hvussu tað skal síggja út og arkitekturin er nú farin undir tær endaligu tekningarnar.
Eivind Jacobsen, borgarstjóri, sigur, at ætlanin er at byggja sambýlið á einum stykki omanfyri kommunuskrivstovuna á Strondum, men at bygdaráðið hevur ikki enn samráðst við eigararnar um at fáa stykkið.
Í sambýlinum verður pláss fyri 10 búplássum, umframt at tvey pláss verða til umlætting.
Borgarstjórin sigur, at royndir aðrastaðni frá siga, at sambýli kosta eina millión fyri hvørt pláss at byggja, so eftir tí væntar hann, at sambýli á Strondum fer at kosta einar 13-14 milliónir, tá ið vegagerð og annað, er tikið við.
Eivind Jacobsen sigur, at hann vónar, at spakin kann setast í í ár og so skuldi sambýlið verið liðugt at tikið í brúk á jólum næsta ár.