Fleiri pengar til bankarnar, skattalætti og almennar íløgur skulu tálma búskaparkreppuni í Danmark. Tað segði forsætisráðharrin í nýggjársrøðu síni í kvøld Fíggjarkreppan var sum væntað høvuðsevnið í nýggjársrøðuni hjá Anders Fogh Rasmussen.
Forsætisráðharrin segði, at stjórnin fer at lata bankunum nýggjan kapital, samstundis sum skatturin verður lækkaður, so bæði peningastovnar og fólk fáa fleiri pengar at ráða yvir. Vísir tað seg so, at kreppan gerst í drúgvara lagi, er stjórnin sinnað at framskunda almennar íløgur fyri at forða fyri arbeiðsloysi.
Anders Fogh Rasmussen legði dent á, at stjórnin fer ikki at drála við at fremja neyðug tiltøk fyri at bjarga landinum ígjøgnum kreppuna. Hann segði, at Danmark er væl fyri við lítlum arbeiðsloysi, avlopi á samhandlinum við umheimin og lítlari almennari skuld.